Seinast dagført: 01-01-2017

7.2.3 Orkukarmur fyri skrivstovur, skúlar, stovnar o.a., sum kap. 7.2.2 ikki fevnir um

Stk. 1Áseting

Fyri skrivstovur, skúlar, stovnar o.a. má samlaði tørvurin hjá bygninginum á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling, heitt nýtsluvatn og ljós pr. m² av upphitaðari hæddarvídd í mesta lagi vera 95 kWh/m²/ár. Afturat hesum skal leggjast 2200 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.

(7.2.3, stk. 1)Vegleiðing

Orkukarmurin fyri skrivstovur, skúlar, stovnar o.a. kann lýsast soleiðis:

(95+2200/A) kWh/m²/ár,

har A er tann upphitaða hæddarvíddin.

Stk. 2Áseting

Bygningar, sum verða upphitaðir til meira enn 5 °C og upp til 15 °C, skulu í mesta lagi hava ein samlaðan tørv á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling, heitt nýtsluvatn og ljós pr. m² av upphitaðari hæddarvídd á 95 kWh/m²/ár. Afturat hesum skal leggjast 2200 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.

(7.2.3, stk. 2)Vegleiðing

Vísast kann til vegleiðingarnar hjá Arbeiðseftirlitinum um hita í arbeiðshølum.

Sama hvat innihitin verður, skal orkukarmurin ­prógvast við at nýta ein innihita á 15 °C.

Stk. 3Áseting

Fyri bygningar ella bygningspartar við tørvi á t.d. meira ljósi, eyka nógvum luftskifti, stórari nýtslu av heitum nýtsluvatni ella langari nýtslutíð, ella bygningar við stórari rúmhædd, verður orku­karmurin hækkaður við einum ískoyti, sum svarar til útroknaðu orkunýtsluna.

(7.2.3, stk. 3)Vegleiðing

Um avmarking av stórum ljóstørvi, eyka nógvum luftskifti, stórari nýtslu av heitum nýtsluvatni ella langari nýtslutíð, sí ”Sbi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.

Útrokning av ískoyti til orkukarmin fyri bygningar við stórari rúmhædd eru at finna í skjali 1B.

Úrslit: