Seinast dagført: 01-01-2017

7.2.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Orkukarmurin fevnir um samlaða tørvin hjá bygninginum at fáa orku til upphiting, luftskifti, køling, heitt nýtsluvatn og møguligt ljós.

Tilflutt orka frá ymsum orkuveitingarsløgum verður javnmett. Skjal 1B við útrokningarfyri­treytum skal nýtast, tá prógvast skal, at orkukarmurin er hildin.

(7.2.1, stk. 1) Vegleiðing

Við tilflutta orku skilst orka, ið verður latin ognini, sum t.d. olja, fjarhiti ella ravmagn.

Av tí, at bygningar vanliga fáa orku frá ymsum orkuveitingum, fer javnmetingin fram eins og ásett í skjali 1B

Stk. 2 Áseting

Bygningar, sum verða hitaðir upp til í minsta lagi 15 °C, skulu gerast soleiðis, at orkutørvurin eftir stk. 1 ikki fer upp um orkukarmarnar, sum eru ásettir í kap. 7.2.2 og kap. 7.2.3.

Skjalprógvið verður gjørt grundað á “SBi-­anvisning 213, Bygningers energibehov”.

(7.2.1, stk. 2) Vegleiðing

Tá orkutørvurin verður roknaður út, verða atlit tikin at klimaskerminum í bygninginum, hvussu bygningurin stendur og vendir, m.a. í samband við dagsljós og veður og vind annars, hitaútbúnað og heittvatns­veiting, eginleikunum at savna saman hita í ­bygninginum, møguligum luftskiftiskipanum og ­luftkøling, sólupphiting og sólverju og ætlaðu inniluftini.

Harafturat verður atlit tikið at ljósútbúnaði í ­bygningum fevndir av kap. 7.2.3.

Tá orkutørvurin verður ásettur, kunnu atlit eisini verða tikin at t.d. nýtslu av sólarhita, sólkyknum, hitapumpum, smáorkuhita-útbúnaði, lágorkuketlum, fjarhita, nýtslu av hitaendurvinning og køling við luftskifti um náttina.

Stk. 3 Áseting

Fyri bygningar við ymsum nýtslum, ið kunnu vísa til ymiskar orkukarmar, verður upphitaða hæddarvíddin í bygninginum býtt upp í ávísu nýtslurnar. Tá ið orkukarmurin fyri allan ­bygningin skal ásetast, verður hetta uppbýtið nýtt.

(7.2.1, stk. 3) Vegleiðing

Ásetingin verður t.d. nýtt í bygningum við bæði handlum og íbúðum.

Sí skjal 1B um bygningar við ymiskari nýtslu.

Stk. 4 Áseting

Luftskiftið gjøgnum ótættleika í klimaskerminum má ikki fara upp um 1,5 l/s pr. m² av upphitaðari hæddarvídd við trýstroynd á 50 Pa.

Fyri bygningar við høgum rúmum, har ið yvirflatin á klimaskerminum býttur við hæddarvíddini er størri enn 3, má luftskiftið ikki fara upp um 0,5 l/s pr. m² av klimaskerminum.

(7.2.1, stk. 4) Vegleiðing

Við luftskifti gjøgnum ótættleika í klimaskerminum skilst ótilætlað luftskifti umvegis bygningspartar, íroknað vindeygu og hurðar.

Roynd av luftskiftinum fer fram við støði í ”DS/EN 13829, Bygningers termiske ydeevne - ­Bestemmelse af luftgennemtrængelighed i ­bygninger - Prøvningsmetode med overtryk ­skabt af ventilator”.

Kommunali byggimyndugleikin setur krøv um ­skjalprógv av luftskiftinum.

Úrslitið av trýstroyndini verður lýst við miðaltali av mátingini við yvir- og undirtrýsti.

Stk. 5 Áseting

Eru royndir tiknar av ótilætlaða luftskiftinum, kann royndarúrslitið nýtast til at rokna orkunýtsluna út.

Eru skjalprógv ikki tøk, verða 1.5 l/s pr. m² við 50 Pa nýttir.

Stk. 6 Áseting

Ásetingarnar í stk. 4 og 5 eru ikki galdandi fyri bygningar, sum eru upphitaðir til minni enn 15 °C, broytta nýtslu, tilbyggingar og umbyggingar.

(7.2.1, stk. 6) Vegleiðing

Fyri hesar bygningar kann byggiharrin sjálvur seta krøv um tættleika, og hvussu hann verður máldur.

Stk. 7 Áseting

Einstøku bygningspartarnir í klimaskerminum skulu í minsta lagi bjálvast samsvarandi virðunum í kap. 7.6.

(7.2.1, stk. 7) Vegleiðing

Við klimaskerm skilst teir bygningspartar, sum eru uttan um upphitaðu hæddarvíddina.

Víddirnar verða ásettar eftir ”DS 418, Beregning af bygningers varmetab”.

Stk. 8 Áseting

Í bygningum fevndir av ásetingunum í kap. 7.2.2 og kap. 7.2.3 má dimensjóneraði yvirførslumissurin, frároknað missin gjøgnum vindeygu og hurðar, ikki fara upp um:

  1. Fyri bygningar í 1 hædd: 4 W pr. m² av klimaskerminum.
     
  2. Fyri bygningar í 2 hæddum: 5 W pr. m² av klimaskerminum.
     
  3. Fyri bygningar í 3 hæddum og meira: 6 W pr. m² av klimaskerminum.
(7.2.1, stk. 8) Vegleiðing

Ásetingin skal tryggja, at klimaskermurin sum heild verður gjørdur soleiðis, at hann hevur hóskandi bjálvingarevni.

Tann dimensjóneraði yvirførslumissurin verður ásettur sbrt. ”DS 418, Beregning af bygningers varmetab”. Dimensjóneraða uttandura hitastigið fyri Føroyar er sett til -5 °C.

Fyri bygningar við høgum rúmum, ið kunnu ­javnsetast við bygningar í 2 hæddum ella 3 ­hæddum og meira, er yvirførslumissurin ávikavist 5 og 6 W pr. m² av klimaskermi. Vindeygu fevna eisini um ­takvindeygu og ervaljós.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}