Seinast dagført: 01-01-2017

4.2 Dimensjónering av konstruktiónum

Stk. 1Áseting

Dimensjónering av konstruktiónum skal gerast við grundarlagi í niðanfyri nevndu evrokotum við tilhoyrandi donskum tillagingum (anneksum):

“DS/EN 1990, Projekteringsgrundlag for bærende konstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1990 DK NA”

“DS/EN 1991-1-1, Densiteter, egenlast og nyttelast for bygninger”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-1 DK NA”

“DS/EN 1991-1-2, Brandlast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-2 DK NA”

“DS/EN 1991-1-3, Snelast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-3 DK NA”

“DS/EN 1991-1-4, Vindlast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-4 DK NA”

“DS/EN 1991-1-5, Termiske laster”, við ­tilhoyr­andi “DS/EN 1991-1-5 DK NA”

“DS/EN 1991-1-6, Last på konstruktioner under udførelse”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-6 DK NA”

“DS/EN 1991-1-7, Ulykkeslast”, við tilhoyrandi “DS/EN 1991-1-7 DK NA”

“DS/EN 1992-1-1, Betonkonstruktioner, ­Generelle regler samt regler for bygnings­konstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1992-1-1 DK NA”

“DS/EN 1992-1-2, Betonkonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1992-1-2 DK NA”

“DS/EN 1992-3, Betonkonstruktioner til ­opbevaring af væsker og pulvere”, við ­tilhoyrandi “DS/EN 1992-3 DK NA”

“DS/EN 1993-1-1, Stålkonstruktioner, Generelle regler samt regler for bygningskonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-1 DK NA”

“DS/EN 1993-1-2, Stålkonstruktioner, Brand­teknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-2 DK NA”

“DS/EN 1993-1-3, Stålkonstruktioner, kold­formede elementer og beklædning af tynd­plader”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-3 DK NA”

“DS/EN 1993-1-4, Stålkonstruktioner, Rustfrit stål”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-4 DK NA”

“DS/EN 1993-1-5, Stålkonstruktioner, Plade­konstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-5 DK NA”

“DSEN 1993-1-6, Stålkonstruktioner, Styrke og stabilitet af skalkonstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-6 DK NA”

“DS/EN 1993-1-7, Stålkonstruktioner, Styrke og stabilitet af pladekonstruktioner med tvær­belastning”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-7 DK NA”

“DS/EN 1993-1-8, Stålkonstruktioner, Samlinger”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-8 DK NA”

“DS/EN 1993-1-9, Stålkonstruktioner, Udmattelse”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-9 DK NA”

“DS/EN 1993-1-10, Stålkonstruktioner, Materiale­sejhed og egenskaber i tykkelsesretningen”, við tilhoyrandi “DS/EN 1993-1-10 DK NA”

“DS/EN 1994-1-1, Kompositkonstruktioner, Generelle regler samt regler for bygnings­konstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1994-1-1 DK NA”

“DS/EN 1994-1-2, Kompositkonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1994-1-2 DK NA”

“DS/EN 1995-1-1, Trækonstruktioner, Almindelige regler samt regler for bygnings­konstruktioner”, við tilhoyrandi “DS/EN 1995-1-1 DK NA”

“DS/EN 1995-1-2, Trækonstruktioner, Brand­teknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1995-1-2 DK NA”

“DS/EN 1996-1-1, Murværkskonstruktioner, Generelle regler for armeret og uarmeret murværk”, við tilhoyrandi “DS/EN 1996-1-1 DK NA”

“DS/EN 1996-1-2, Murværkskonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1996-1-2 DK NA”

“DS/EN 1996-2, Murværkskonstruktioner, Designbetragtninger, valg af materialer og udførelse af murværk”, við tilhoyrandi

“DS/EN 1996-2 DK NA”

“DS/EN 1997-1, Geoteknik, Generelle regler”, við tilhoyrandi “DS/EN 1997-1 DK NA”

“DS/EN 1999-1-1, Aluminiumkonstruktioner, Generelle regler”, við tilhoyrandi “DS/EN 1999-1-1 DK NA”

“DS/EN 1999-1-2, Aluminiumkonstruktioner, Brandteknisk dimensionering”, við tilhoyrandi “DS/EN 1999-1-2 DK NA”

“DS/EN 1999-1-3, Aluminiumkonstruktioner, Udmattelse”, við tilhoyrandi “DS/EN 1999-1-3 DK NA”

(4.2, stk. 1-4)Vegleiðing

Konstruktivu dimensjóneringarnar í byggingum skulu gerast av fólki, sum eru før til tess. Hesi kunnu vera verkfrøðingar ella onnur, sum kommunali byggimyndugleikin metir hava nóg góðan førleika til tess.

Vísast kann til “SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”

”DS/EN 1992-3, Betongkonstruktioner til opbevaring af væsker og pulvere” við tilhoyrandi “DS/EN 1992-3 DK NA” inniheldur uppískoytisreglur fyri dimensjónering av betongkonstrukti-ónum til goymslu av løgi og pulvuri, og eisini aðrar betongkonstruktiónir við kravi um vætutættleika.

Fyri tjøld og líknandi fyribils konstruktiónir kann vísast til ”DS/EN 13782, Midlertidige konstruk­tioner – Telte – Sikkerhed”. Tá fyrisett mát (normir/­standardir) verða nýtt, skal atlit takast at teimum í stk. 1 nevndu evrokotum og donskum tillagingum.

Av tí, at Føroyar ikki hava serstakan ­føroyskan norm fyri dimensjónering av vindi, so eiga vind­mátingarnar í skjal 1B at verða brúkar sum grundarlag, tá konstruktiónir verða dimensjóneraðar í Føroyum. Skjalið er brot úr rapportini, “GEM, ­Onshore Climate Review for the Faroe Islands, 2001”.

Stk. 2Áseting

Tá betongkonstruktiónir verða dimensjóneraðar, skulu niðanfyri nevndu evrokotur nýtast:

”DS/EN 206-1, Beton, specifikation, egenskaber, produktion og overensbestemmelse”.

”DS 2426 Beton, – Materialer – Regler for anvendelse af DS/EN 206 i Danmark”

Stk. 3Áseting

Tá ið konstruktiónir úr lættbetong verða dimensjóneraðar, skal niðanfyri nevnda evrokota nýtast:

”DS/EN 1520, Præfabrikerede armerede elementer af letklinkebeton med åben struktur” við tilhoyrandi ”DS/EN 1520 DK NA”

Stk. 4Áseting

Tá ið konstruktiónir úr autoklaveraðum lætt­betongi verða dimensjóneraðar, skal niðanfyri nevnda evrokota nýtast:

”DS/EN 12602, Præfabrikerede armerede komponenter af autoklaveret porebeton” við tilhoyrandi ”DS/EN 12602 DK NA”

(4.2, stk. 4)Vegleiðing

Við autoklaverað lættbetong skilst lættbetong við ikki lívrunnum poknutum tilfari (uorganiske porøse tilslag).

Stk. 5Áseting

Vikið kann verða frá ásetingunum í stk. 1, tá tað verður skjalprógvað fyri kommunala byggi­myndugleikanum, at frávikið er ráðiligt.

Stk. 6Áseting

Um tilfar og konstruktiónir verða nýttar, sum ikki eru fevndar av evrokotum sbrt. stk. 1, skal tað skjalprógvast á annan hátt, at tey trygdarligu viðurskiftini verða nøktandi.

(4.2, stk. 6)Vegleiðing

Í samband við skjalprógv verður víst til “SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”.

Royndarúrslit, fyrisett mát (standardir/normar) ella viðurkendar ávísingar og vegleiðingar kunnu við fyrimuni vera partur av skjalpróvnum við teirri treyt, at trygdarstøðið, íroknað møguligt eftirlit frá triðja­manni, samsvarar støðið, nevnt í stk. 1-4.

Stk. 7Áseting

Bilhús, bilskýli, yvirtaktar terassur, úthús, vakstrarhús og líknandi bygningar, umframt tøknihús til ravtøknilig samskiftisnet ella tænastur við eini vídd á hægst 50 m² kunnu verða gjørdir, uttan at styrki og støðufesti er skjalprógvað við útrokning.

(4.2, stk. 7)Vegleiðing

Bygningarnir eru tó framvegis fevndir av kap. 4.1

Stk. 8Áseting

Fyri vakstrarhús í samband við garðyrki og fyri tjaldtaktar bingjur at goyma flótandi húsdjóratøð (mykjutøð) í, er stk. 1 galdandi við tí tillaging, at krøvini til kavalast kunnu minkast við 65 %.

Úrslit: