Seinast dagført: 01-01-2017

3.2.3 Verja

Stk. 1 Áseting

Gongir, trappur og rampur í felags atkomuleiðum skulu, við atliti at tí, sum bygningurin verður brúktur til, tryggjast við verju og vera útgjørdar við handlistum.

Altanir, franskar altanir, altangongir, luftslúsur, takterassur, uttandura trappur og onnur líknandi øki, har hæddarmunur er, eru somuleiðis fevnd av ásetingini.

Handlistar skulu vera lættir at taka um og halda fast í.

(3.2.3, stk. 1) Vegleiðing

Kravið kann lúkast við at seta upp handlistar báðumegin trappurnar. Smalar trappur kunnu hava handlista bara øðrumegin, tá ið frástøðan millum handlistan og vegg, spinnil ella tílíkt er minni enn 1,1 m.

Rampur við einum halli millum 1:20 - 1:25 kunnu í staðin fyri handlistar hava hjólverju upp fyri síðurnar.

Breiðar trappur og rampur eiga at býtast sundur við handlistum, har fjarstøðan millum handlistarnar er í mesta lagi 2 m.

Hæddin á verju ella rekkverki eigur at vera minst 1,0 m.

Við trappur og rampur eigur hæddin á verjuni/rekkverkinum at vera í minsta lagi 0,8 m og við trappupallar í minsta lagi 0,9 m.

Í trappum, har breiddin millum trappuvangarnar er meira enn 0,3 m, og fram við altangongum, luft­slúsum og aðrastaðni, har hæddarmunurin er 1 hædd ella meira, eigur hæddin á verjuni/rekk­verkinum at økjast hóskandi, tó til í minsta lagi ­­­­­­1,2 m.­

Handlistar eiga at førast óbrotið fram við trappu­pallum og enda vatnrætt.

Undir trappum eigur at avbyrgjast við verju og/ella frámerkjast taktilt, har hæddin millum gólv og trappu er minni enn 2,2 m.

Hædd á verju/rekkverki og handlistum verður máld yvir rampum og trinforkantum á trappum.

Stk. 2 Áseting

Øll sløg av verju ella rekkverki skulu, við atliti at tí, sum bygningurin verður.

(3.2.3, stk. 2) Vegleiðing

Fjarstøðan millum øll sløg av rimum í rimaverki, bæði loddrøttum og vatnrøttum, eigur at vera soleiðis, at hon ikki elvir til persónsskaðar.

Ansast skal serliga eftir, at børn ikki kunnu klintra á teimum ella koma í klemmu millum tær.

Í sambandi við nýtslu av glasi í verju ella rekkverki verður víst til „DS/INF 119, Bygningsglas – Retningslinjer for valg og anvendelse af sikkerhedsglas – Personssikkerhed“.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}