Seinast dagført: 01-01-2017

8.8. Lyftur

Stk. 1Áseting

Lyftuútbúnaður skal gerast soleiðis, at trygdin er nøktandi.

(8.8, stk. 1)Vegleiðing

Vísast kann til kunngerð um lyftir og til donsku kunngerðina ”Bekendtgørelse om anvendelse og opstilling af elevatorer m.v.”

Víst verður somuleiðis til kap. 3.2.2, stk. 6 um atkomuviðurskifti.

Ásetingin er galdandi í sambandi við nýbygging og innlegging av nýggjum lyftuútbúnaði í verandi bygning.

Stk. 2Áseting

Natúrligt luftskifti ella mekanisk útsúgving skal vera frá lyftuslokum. Maskinrúm skulu hava luftskifti.

(8.8, stk. 2)Vegleiðing

Mekaniskt luftskifti kann vera útsúgving ella javnviga mekaniskt luftskifti.

Stk. 3Áseting

Væntaða nýtslutíðin í tímum um samdøgrið ella væntaði nýtsluflokkur verða lýst av eigaranum av bygninginum.

Ravmagnsnýtslan til lyftur, grundað á væntaðu nýtslutíðina í tímum um samdøgrið, skal upplýsast.

Aninýtslan skal eisini upplýsast.
Nýtslan skal kunna mátast.

(8.8, stk. 3)Vegleiðing

Ravmagnsnýtslan til lyftur fevnir ikki um orku­nýtsluna til upphiting og møguliga køling av lyftu­slokum og orkunýtslu til luftskifti av slokum. Henda orkunýtsla er fevnd av hinum ásetingunum í kap. 7, Orka og kap. 8, Innleggingar. Ravmangsnýtslan fevnir heldur ikki um ljós við slokuhurðarnar á hæddunum.

Úrslit: