Seinast dagført: 01-01-2017

8.6.4 Hitapumpur og køliútbúnaður

Stk. 1Áseting

Um hættisligur løgur ella hættislig gasssløg verða nýtt í útbúnaðinum, og rúmið tískil verður flokkað sum spreingifimt, skal útbúnaðurin setast á eitt trygt og hóskandi stað.

(8.6.4, stk. 1)Vegleiðing

Vísast kann til Serfyriskipan fyri Eldfiman løg frá VØRN og til donsku ”bekendtgørelse om klassifikation af eksplosionsfarlige områder” og ”bekendtgørelse om indretning m.v. af materiel og sikringssystemer til anvendelse i eksplosiv atmosfære”.

Harumframt kann vísast til “At-vejledning, tekniske hjælpemidler – B.4.4 Køleanlæg og varmepumper” og “DS/EN 378-1 og 2, Kølesystemer og varmepumper – Sikkerheds- og miljøkrav”.

Eisini kann vísast til “Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”, brot B-4, viðvíkjandi krøvum til luftskifti í rúmum.

Stk. 2Áseting

Hitapumpur skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 813/2013/EU” og “EU-forordning 206/2012/EU”.

Krav um virknisfaktorin skal lúkast í ­upp­hitingarstøðuni.

(8.6.4, stk. 2)Vegleiðing

Í samband við útrokning av SCOP-virðinum er tað ikki møguligt at rætta úrslitið í mun til tvígongdan rakstur.

 

Stk. 3Áseting

Ravmagnsnýtslan í hitapumpum og køliútbúnaði, sum hevur eina árliga nýtslu á meira enn 3000 kWh, skal kunnu mátast.

Møgulig ravmagnspatrón skal hava tímateljara og ravmagnsmátara.

Ásetingin er galdandi fyri nýbygging og í samband við innlegging av nýggjum útbúnaði í verandi bygningar.

(8.6.4, stk. 3)Vegleiðing

Ásetingin er ikki galdandi, um verandi útbúnaður verður víðkaður til at veita orku til afturatbyggingar ella verandi hølir.

Stk. 4Áseting

Ravmagnsmátari skal vera í samsvari við “Sikkerheds­styrelsens bekendtgørelse om måleteknisk kontrol med målere, der anvendes til måling af elforbrug med hensyn til overensstemmelsesvurdering eller typegodkendelse og førstegangsverifikation”.

Úrslit: