Seinast dagført: 01-01-2017

8.6.2 Sólhitaútbúnaður

Stk. 1Áseting

Sólhitaútbúnaður skal gerast soleiðis, at hann ikki elvir til skaða á fólk ella bygningar orsakað av hita.

(8.6.2, stk. 1)Vegleiðing

Sólhitarør kunnu gerast heitari enn 85 - 100° C og eiga tí ikki at verða sett soleiðis, at tey koma í ­samband við tilfar, sum kann brenna, eitt nú ­bygningslutir úr viði.

Tiltøk skulu gerast, so eingin vandi er fyri at skálda seg av heitum nýtsluvatni.

Við nýbygging ella umbygging av bygningum á øki, har ið eingin fjarhiti er, og har metta nýtslan av heitum vatni er oman fyri 2.000 litrar um samdøgrið, eigur at verða hugsað, um tað er skynsamt at seta sólhitaútbúnað upp.

Úrslit: