Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.3.4 Smáar roykrørskipanir

Stk. 1Áseting

Hópframleiddar smáar roykrørskipanir skulu vera CE-merktar, um fyrisett mát (normar/ standardir) eru fyri vøruna, ella vera MK-góðkendar.

(8.5.3.4, stk. 1)Vegleiðing

CE-merkingin lýsir, um roykrørskipanin er hóskandi til ta nýtslu, ið hon er ætlað til.

Ein roykrørskipan, sum er CE-merkt til at nýta í samband við gassketil, er tískil ikki hóskandi at nýta til onnur endamál.

Við smáar roykrørskipanir skilst roykrørskipanir av einum og hvørjum slagi, sum taka ímóti royki frá einum ella fleiri brenniútbúnaðum, ið hava formligt virkni, sum tilsamans er í mesta lagi 120 kW.

Í sambandi við roykrørskipanir, sum ikki eru hópframleiddar, skal framleiðarin við sínum tilfarsvali, góðstjúkd, dimensjónering o.ø. kunna skjalprógva fyri kommunala byggimyndugleikanum, at roykrørskipanin er hóskandi.

Úrslit: