Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.3.3 Verja móti nertingarskaða

Stk. 1Áseting

Hitin á flatum á roykrørskipanum má, við vanligari nýtslu, ikki fara upp um hámarkshitan, ið fyrisettu mátini fyri vøruna áseta.

Verður roykrørskipanin sett í eina sloku, orsakað av hitakravinum, skal slokan verða gjørd í samsvari við CE-merkingina og leiðbeiningarnar frá framleiðaranum.

Ásetingin fevnir ikki um tann partin av roykrør­skipanini, sum er í rúminum, har eldstaðurin er settur upp.

(8.5.3.3, stk. 1)Vegleiðing

Fyri roykrørskipan, ið er sett upp í eini sloku, er ­galdandi, at luftskifti eigur at vera í slokuni, og at slokan eigur at kransa roykrørskipanina í teimum støðum, har roykrørskipanin stendur inni í ­bygninginum. Hetta er eisini galdandi í t.d. ­ónýtiligum takrúmi.

Úrslit: