Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.3.2 Tættleiki og mótstøðuføri

Stk. 1 Áseting

Roykrørskipanir skulu vera so tættar, at roykgass og vatnguva ikki leka út og skaða roykrørs­kipanina ella bygningin.

(8.5.3.2, stk. 1) Vegleiðing

Roykrørskipanir, ið eru ætlaðar til undirtrýst (negativt trýst), eiga í minsta lagi at vera so tættar sum ­tættleikaflokkur N1.

Roykrørsfóðringar, ið eru ætlaðar til undirtrýst ­(negativt trýst), eiga í minsta lagi at vera so tættar sum tættleikaflokkur N2.

Roykrørskipanir, ið eru ætlaðar til yvirtrýst ­(positivt trýst), eiga í minsta lagi at vera so tættar sum ­tættleikaflokkur P1.

Viðvíkjandi tættleikaflokkum kann vísast til ”DS/EN 1443 Skorstene - Generelle krav”, umframt til fyrisett mát (normar/standardir), sum ávísi skorsteinurin er fevndur av:

  • “DS/EN 1856, Skorstene - Krav til metalskorstene”
  • “DS/EN 14471, Skorstene - Systemskorstene med plastforinger - Krav og prøvningsmetoder”
  • ”DS/EN 1858, Skorstene - Komponenter – ­Betonskorstensblokke”
     
  • “DS/EN 14989-1:2007, Skorstene - Krav til og prøvningsmetoder for metalskorstene og materiale­uafhængige kanalsystemer for ­rumforseglede ildsteder - Del 1: Vertikale ­terminaler til ildsteder af C-6 typen” 
     
  • “DS/EN 14989-2:2008, Skorstene - Krav til og prøvningsmetoder for metalskorstene og materialeuafhængige luftkanaler til balancerede aftræk - Del 2: Røg- og luftkanaler til balancerede aftræk”
     

Víst verður somuleiðis til kap. 8.5.1.1, stk. 4, sum lýsir almennu krøvini viðvíkjandi bygging av roykrørum.

Stk. 2 Áseting

Roykrørskipanir til olju ella fast brenni, skulu hava mótstøðuføri móti sóteldi.

Ásetingin er ikki galdandi fyri roykrørskipanir til ketlar til reina mineralska olju, og sum hava roykgasshitasikkring.

Sikkringin skal í øllum viðurskiftum sløkkja fyri brenningini, tá roykgasshitin svarar til hita­flokkingina hjá roykrørskipanini, tó í mesta lagi 200° C.

Sikkringin skal sláast til aftur við hond.

(8.5.3.2, stk. 2) Vegleiðing

Roykrørskipanin hevur mótstøðuføri móti sóteldi, um hon er flokkað G eftir fyrisetta mátinum. Nøkur fyrisett mát (normar/ standardir) fyri vøruna eru lýst í stk. 1.

Roykgasshitasikkringin eigur at setast í íbindingarroykrørið á ketlinum og íbindast við ravmagni til trygdarrásina á brennaranum.

Stk. 3 Áseting

Tilfarið, ið nýtt verður, skal vera mótstøðuført mótivegis roykgassum, hita, tæring og í ávísan mun sóteldi.
 

(8.5.3.2, stk. 3) Vegleiðing

Ásetingin ger tað møguligt at nýta roykrørskipanir úr plasti saman við ketlum við lágum roykgasshita, oftast lægri enn 120 °C, og har brent verður við reinari mineralskari olju.

Verða CE-merktar roykrørskipanir úr plasti nýttar, skulu tær í minsta lagi hava haldføri móti tæring sbrt. flokki 2 eftir tæringslýsingini fyri ávísu roykrørskipanina.

Roykrørið eigur í hóskandi mun at vera mótstøðuført ímóti umhvørvisligum árinum sum t.d. UV-stráling.

Verða CE-merktar roykrørskipanir úr stáli nýttar, skulu tær í minsta lagi vera sbrt. tilfarsflokki L40 og góðstjúkdin í minsta lagi 1,0 mm ella í minsta lagi sbrt. tilfarsflokki L50 og góðstjúkdin í minsta lagi 0,40 mm.

Ein annar møguleiki er, at haldførið verður prógvað móti tæring við tæringarkanning og vørulýst í mun til slag av brenni. Ásetingin er tó ikki galdandi fyri roykrør, sum binda afturlatnar eldstaðir (brenni­ovnar), opnar eldstaðir (peisir) og konglaovnar, og har eingin møguleiki er fyri, at kondens tekur seg upp.

Verða CE-merktar roykrørskipanir úr betongi nýttar, skulu tær í minsta lagi hava haldføri móti tæring sbrt. tæringarflokki 3, tá tær verða nýttar til brenni­útbúnað til olju ella fast brenni.

Stk. 4 Áseting

Roykrørskipanir, sum verða nýttar í sambandi við brenniútbúnað við lágorkurakstri ella útbúnað, har roykgassið verður til kondens í roykrørinum, skulu vera mótstøðuførar móti kondens og diffusjón av vatnguvu.

Roykrørskipanin skal gerast soleiðis, at kondens verður savnað og leitt burtur.

(8.5.3.2, stk. 4) Vegleiðing

Roykrørskipanir eru mótstøðuførar ímóti kondens og diffusjón av vatnguvu, um tær eru vørulýstar W.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}