Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.1.5 Stórir miðstøðuhitaketlar

Stk. 1 Áseting

Stórir miðstøðuhitaketlar skulu bjálvast, so hitin á flatunum, sum venda út, ikki fer upp um 35° C við einum rúmhita á 20° C. Lúkur o.tíl. eru undantiknar.

(8.5.1.5, stk. 1) Vegleiðing

Stórir miðstøðuhitaketlar eru ketlar, ið hava formligt virkni størri enn 120 kW.

Fyri flestu brenniútbúnaðir kann framleiðarin ­upplýsa mesta gagnvirknað. Aðrar evrokotur hava onnur krøv til stødd á ketlum.

Leiðbeinandi er, at hitaviðurskiftini eru hóskandi til roykgasskølarar, um returhitin í mesta lagi er 40°C við oljubrenning og 45°C við gassbrenning, við einum dimensjónerandi útihita á -6,5°C.

Stk. 2 Áseting

Stórir miðstøðuhitaketlar til olju og gass við formligum virkni størri enn 400 kW, mugu í mesta lagi hava 7 % roykgassmiss við fulllast, og skulu hava roykgasskølara, um tað hóskar til hitaviðurskiftini í íbundna hitaútbúnaðinum.

Stk. 3 Áseting

Stórir miðstøðuhitaketlar skulu hava mátiútgerð, ið hevur eftirlit við rakstrarligu orkunýtsluni.

(8.5.1.5 stk. 3) Vegleiðing

Útgerðin fevnir um t.d. roykhitamátara og úttøku til greining av roykgassi, tímateljara og ketilshitamátara.

Stk. 4 Áseting

Stórir miðstøðuhitaketlar skulu setast í rúm, sum er sjálvstøðugur brunatøkniligur bygningspartur. Bygningsparturin (rúmið) má ikki hava dyr beinleiðis til felags atkomuleiðir, og má ikki nýtast sum arbeiðsrúm ella til endamál, sum kann hava eldvanda við sær.

Um útbúnaðurin er omanfyri 400 kW skal løtt og ótarnað atgongd vera beinleiðis út á lendið.

(8.5.1.5, stk. 4) Vegleiðing

Brunatøkniligi bygningsparturin kann gerast við skilaveggjum og skilagólvi í minsta lagi sum ­bygningslutur í flokki EI 60 A2- s1,d0 [BS- bygningsdel 60], og við hurðum í minsta lagi sum brandhurð í flokki EI2 30-C [BD-dør 30] til rúm við útbúnaði minni enn 400 kW, og í minsta lagi sum brandhurð í flokki EI2 60-C [BD-dør 60] til rúm við útbúnaði størri enn 400 kW.

Víst verður eisini til kap. 5, Brunaviðurskifti.

Stk. 5 Áseting

Stórir miðstøðuhitaketlar til yvirtrýstbrenning mugu bara setast í rúm, sum hava luftskiftisop beinleiðis út, og sum ikki kunnu latast aftur.

(8.5.1.5, stk. 5) Vegleiðing

Opið eigur í minsta lagi at vera 0,1 m² fyri hvørjar 100 kW av samlaða formliga virknaðinum, men tó ikki minni enn 0,2 m².

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}