Seinast dagført: 01-01-2017

6.5.1 Alment

Stk. 1Áseting

Arbeiðsrúm, tilhaldsrúm, búrúm og felags atkomuleiðir skulu hava nøktandi ljós, uttan at tað hevur við sær óneyðuga upphiting.

(6.5.1, stk. 1)Vegleiðing

Nøktandi ljós skal metast í samanheingi við tað virksemið og tær arbeiðsuppgávur, sum eru ætlaðar at vera í rúminum.

Stk. 2Áseting

Arbeiðsrúm v.m. skulu hava vindeygu, sum eru sett soleiðis, at fólk í rúmunum kunnu síggja út á umhvørvið.

(6.5.1, stk. 2)Vegleiðing

Útsýnið á umhvørvið er ein tann týdningarmesti tátturin (faktorurin) fyri upplivingina av rúminum.

Arbeiðsrúm v.m., sum í høvuðsheitum fáa ljós frá ervaljósi, skulu altíð gerast við síðuvindeygum, soleiðis at tað sæst út á umhvørvið.

Úrslit: