Seinast dagført: 01-01-2017

6.4.1 Alment

Stk. 1Áseting

Bygningar skulu ráðleggjast, prosjekterast, byggjast og innrættast, so at trygd er fyri, at brúkararnir hava nøktandi ljóðviðurskifti.
 

(6.4.1, stk. 1)Vegleiðing

Allýsingar og hugtøk við atliti at luftljóðbjálving, trinljóði og ljóðtrýststigi eru lýst í ”DS 490, Lyd­klassifikation af boliger”.

Afturat hesum verða hugtøkini eftirljómstíð (efter­klangstid) og ísoguvídd (absorptionsareal) nýtt, sum eru allýst í ”DS/EN 12354-6, Bygningsakustik - Beregning af bygningers akustiske egenskaber ud fra bygningselementers egenskaber - Del 6: Lydabsorption i lukkede rum”.

Eftirlitsmátingar av ljóðviðurskiftum verða gjørdar í samsvari við ”SBi-anvisning 217, Udførelse af ­bygningsakustiske målinger”.

Reglur um ljóðviðurskifti og larm eru eisini at finna í kunngerðum og ávísingum og vegleiðingum frá Arbeiðseftirlitinum.

Úrslit: