Seinast dagført: 01-01-2017

6.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Bygningar skulu byggjast soleiðis, at eitt heilsuligt og trygdarliga nøktandi inniumhvørvi er í teimum rúmum í bygningunum, har fólk halda til.

(6.1, stk. 1) Vegleiðing

Heilsulig nøktandi viðurskifti í bygningum fevnir eisini um høgleika (komfort) og vælveru.

Inniumhvørvið í hesum partinum fevnir um termisk viðurskifti (kap. 6.2), luftgóðsku (kap. 6.3), ljóðviðurskifti (kap. 6.4) og ljósviðurskifti (kap. 6.5). Vísast kann til “SBI-anvisning196, Indeklimahåndbogen”.

Viðvíkjandi termiskum inniumhvørvi eigur at verða tryggjað nøktandi hitaviðurskifti í sambandi við ráðlegging av byggiverkætlan og vali av tilfari, vindeygavídd, kølimøguleikum, horving (orientering) og sólaravbyrgjan.

Luftgóðskan er fyrst og fremst ásett út frá luftskifti og dálking innandura, íroknað vætu orsakað av atferð brúkaranna. Byggitilfar, sum gevur minst dálking, eigur altíð at verða nýtt.

Viðvíkjandi ljóðviðurskiftunum skulu bygnings­konstruktiónirnar dimensjónerast og gerast soleiðis, at tær geva nøktandi ljóðbjálving til grannarúm og mótvegis óljóði uttanífrá. Nøktandi ljóðviðurskifti í teimum einstøku rúmunum er treytað av, at tilfarið á yvirflatunum hevur eina nøktandi ljóðdoyving.

Viðvíkjandi ljósviðurskiftum eigur ein hóskandi javnvág at vera millum vindeygastødd, rúmskap og flataeginleikar við atliti at ­kringumstøðunum. ­Samstundis er tað týdningarmikið, at aðrir tættir (faktorar), sum skapa tað rætta sjónbæra ­umhvørvið, eru nøktandi. Tað hevur við sær, at ljósið skal kunna lagast eftir tí virksemi, sum rúmið verður nýtt til.

Viðvíkjandi persónsvanda við elektromagnet-iskari stráling eru ongar serstakar reglur í byggi­lóggávuni. Tað kunnu tó vera serlig viðurskifti, sum ein ­byggiharri eigur at gera sær greitt, tá ið bygt verður tætt við eina samskiftismastur. Í ivaførum eigur byggiharrin at seta seg í samband við kommunala byggimyndugleikan.

Stk. 2 Áseting

Alistøðir og ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum eru ikki fevnd av ásetingunum um inniumhvørvi. Tó eru rúm í hesum ­bygningum, har ið starvsfólk útinna vanligt vinnuarbeiði ella halda til, eitt nú skrivstovur og starvsfólkarúm, fevnd av ásetingunum.

(6.1, stk. 2) Vegleiðing

Vanligt vinnuarbeiði fevnir m.a. ikki um ansing av djórum í fjósum og alistøðum.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}