Seinast dagført: 01-01-2017

1.8 Onnur lóggáva

Stk. 1Áseting

Áðrenn byggiloyvi verður latið, skal kommunali byggimyndugleikin kanna, um byggingin er fevnd av aðrari lóggávu, sum aðrir myndugleikar umsita, soleiðis at tryggjað verður, at møguligar neyðugar góðkenningar frá øðrum myndug­leikum eru fingnar til vega.

(1.8, stk. 1)Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin hevur skyldu til at kanna eftir, um byggingin er fevnd av øðrum lóggávum. Sbrt. kunngerð um kommunala byggi­málsviðgerð kann byggiloyvi ella nýtsluloyvi ikki verða givið, fyrr enn tað er staðfest, at tað, sum søkt verður um, eisini kann góðkennast av øðrum myndug­leikum, ið sbrt. øðrum lóggávum hava heimild at seta krøv til byggingar.

Stk. 2Áseting

Verða treytir frá aðrari lóggávu settar í byggi­loyvið, skal nevnast í byggiloyvinum, hvørjari lóggávu treytirnar eru frá.

Úrslit: