Seinast dagført: 01-01-2017

1.5 Niðurtøka av bygging

Stk. 1Áseting

Niðurtøka av bygging skal fráboðast kommunala byggimyndugleikanum áðrenn niðurtøkuna.

(1.5, stk. 1)Vegleiðing

Niðurtøka av friðaðum byggingum, lutum og ­bygningum, ið eru verdir at varðveita, krevur loyvi frá viðkomandi friðingarmyndugleikum.

Í serstøkum byggisamtyktum kunnu vera ­ásetingar um varðveitslu av verandi bygging, soleiðis at byggingin bert kann takast niður við loyvi frá ­kommunala byggimyndugleikanum.

Stk. 2Áseting

Fráboðanin skal hava upplýsingar um bústað, matrikulnummar og stødd á byggingini, sum skal takast niður.

Kommunali byggimyndugleikin kann í tí einstaka førinum áseta treytir fyri niðurtøkuni.
 

Stk. 3Áseting

Hesir bygningar kunnu takast niður uttan byggiloyvi ella fráboðan:

  1. Bilhús, bilskýli, úthús og líknandi smærri bygningar við tilknýti til einbýlishús og frítíðarhús.
(1.7, stk. 3)Vegleiðing

Ásetingin fevnir ikki um innbygd bilhús, bilskýli og líknandi smærri byggingar.

Um byggingin, sum skal takast niður, er friðað ella varðveitingarverd, krevst loyvi frá viðkomandi friðingar­myndugleikum.

Úrslit: