Seinast dagført: 01-01-2017

1.4 Byggiloyvi

Stk. 1Áseting

Byggiloyvi krevst til alla nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum, sum eisini ásett í kap. 1.1, stk. 1.

Eitt byggiloyvi skal vera skrivligt. Í byggiloyvinum kunnu setast treytir um, at kommunali byggimyndugleikin skal hava boð, tá ið ymisk stig av byggiarbeiðinum vera ella eru framd.

(1.4, stk. 1)Vegleiðing

Sbrt. §10, stk. 5 í byggilógini fellur byggiloyvið ­burtur, um byggiarbeiðið ikki er byrjað í seinasta lagi 2 ár frá loyvisdegnum.

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja at fáa boð um tey ymisku stigini í byggingini, fyri at tryggja kommunala byggimyndugleikanum møguleikan at hava eftirlit við byggingini í tann mun, kommunali byggimyndugleikin ynskir.

Stk. 2Áseting

Í byggiloyvinum kunnu setast krøv um:

  1. At mátingar verða gjørdar í lidna bygninginum fyri at skjalprógva, at ljóðkrøvini í kap. 6, Inniumhvørvi, eru lokin.
     
  2. At mátingar (blower door test) verða gjørdar undir byggingini fyri at skjalprógva, at kravið um tættleika í kap. 7, Orka, er lokið.
     
  3. At útroknað skjalprógv verður latið, sum vísir, at ætlaða byggingin lýkur krøvini til orkukarmin í kap. 7, Orka.
     
  4. At trygd verður veitt fyri, at uttanum økið er gjørt liðugt, áðrenn byggingin verður tikin í nýtslu.
     
  5. At mátingar verða gjørdar, ella onnur skjalprógvan frá serkønum innan slevju verður útvegað, sum vísir, at kravið í kap. 4.1, stk. 6 um hættisligt vætuinnihald í konstruktiónum og tilfari er lokið.
     
  6. At skjalprógv og váttanir fyri berandi konstruktiónir, sbrt. kap. 1.3.1, stk. 4, nr. 6 og stk. 5, samsvara lidnu byggingini í seinasta lagi, tá ið byggingin verður tikin í nýtslu.
     
  7. At roynd verður gjørd av brunatøkniligu skipanunum, áðrenn byggingin verður tikin í nýtslu.
(1.4, stk. 2, nr. 1)Vegleiðing

Ljóðmátingar verða gjørdar sbrt. vegleiðingunum í „SBi-anvisning 217, Udførelse af bygnings­akustiske målinger“ og „SBi-anvisning 218, Lydforhold i ­undervisnings- og daginstitutionsbygninger“

(1.4, stk. 2, nr. 2)Vegleiðing

Kravið um máting av lufttættleika er bara galdandi fyri bygningar, sum verða hitaðir upp til yvir 15 stig. Kravið um máting av lufttættleika eigur at verða sett í samband við alla nýbygging, tá bygningurin verður hitaður upp til yvir 15 stig. Kravið um tættleika er nærri lýst í kap. 7.2.1, stk. 4-6.

(1.4, stk. 2, nr. 3)Vegleiðing

Kravið um skjalprógv fyri orkukarmin er bara ­galdandi fyri bygningar, sum verða hitaðir upp til yvir 15 stig. Kravið um skjalprógv til orkukarmin eigur at verða sett í samband við alla nýbygging, tá bygningurin verður hitaður upp til yvir 15 stig. Kravið um orkukarmin er nærri lýst í kap. 7.

(1.4, stk. 2, nr. 4)Vegleiðing

Bygging kann takast í nýtslu, tá:

  1. Atkomuviðurskiftini eru í lagi, eisini við atliti at eldsløkking sbrt. kap. 5, Brunaviðurskifti.
     
  2. Regn- og spillivatnsleiðingar og drekkivatnsleiðingarnar eru sbrt. ásetingunum í kap. 8, Innleggingar.
(1.4, stk. 2, nr. 7)Vegleiðing

Royndin skal tryggja, at tær brunatøkniligu inn­­­­­legg­ingarskipanirnar hanga saman og virka sam­svarandi brunatøkniligu ætlanini.

Úrslit: