Stk. 1Áseting

Kommunali byggimyndugleikin ásetir vavið og ávirkanina av eini bygging á umhvørvið sbrt. ásetingunum í kap. 2.3.2-2.3.5.

(2.3, stk. 1)Vegleiðing

Heildarmetingin skal skiljast sum ein konkret meting av viðurskiftunum í kap. 2.3.2-2.3.5 í mun til vavið og ávirkanina á umhvørvið av byggingini. ­Metingin verður gjørd sbrt. ásetingunum í kap. 2.3.1, meðan tað samstundis verður hugt eftir nýtsluni av byggingini, at byggingin svarar til tað vanliga í umráðnum, og at byggingin og uttanum økið kring byggingina verður tryggjað nøktandi ljósviðurskifti og ávirkanin av byggingini á grannabygging.

Stk. 2Áseting

Tað eru bara byggingar, sum ikki ella bara lutvís uppfylla ásetingarnar í byggirættinum, sum ítøkiliga skulu heildarmetast sbrt. ásetingunum í kap. 2.3.1-2.3.5.

(2.3, stk. 2)Vegleiðing

Heildarmetingin eigur at fevna um øll viðurskifti í kap. 2.3.1 til kap. 2.3.5, eisini hóast tey ikki hava líka stóran týdning fyri ta ítøkiligu byggingina.

Úrslit: