Seinast dagført: 01-01-2017

2.2.2 Stødd á grundøkjum

Stk. 1Áseting

Í sambandi við útstykking, matrikulering ella marknaumskipan av grundøkjum til einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum kann kommunali byggimyndugleikin ikki nokta at góðkenna ogn, har grundøkið er í minsta lagi 500m².

(2.2.2, stk. 1)Vegleiðing

Útstykking, matrikulering ella marknaumskipan av grundøkjum til aðra bygging enn einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum skal fremjast eftir ásetingunum í kap. 2.3.2.

Stk. 2Áseting

Í sambandi við ásetan av støddini á grundøkjum eftir stk. 1, skulu vegir og annars økir, sum framhaldandi skulu vera óbygd, grundað á hornaavskering ella byggilinjur, ikki teljast við.

Úrslit: