Seinast dagført: 01-01-2017

5.4 Brunatøkniligar innleggingar og hondsløkkiútger

Stk. 1 Áseting

So leingi bygningurin stendur, skulu brunatøkniligu innleggingarnar haldast viðlíka og virka á fullgóðan hátt.

(5.4, stk. 1-2) Vegleiðing

Við brunatøkniligar innleggingar skilst m.a.:

  1. Sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA), sum ­varnast eld í byrjanarstøðinum og sendir fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð. Skipanin kann somuleiðis seta aðrar brunatøkniligar innlegg­ingar í gongd. Skipanin eigur at vera gjørd, kannað og hildin sbrt. “DBI Retningslinie 232 - Automatiske brandalarmanlæg”
     
  2. Sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), sum við vatni sløkkir eld í byrjanarstøðinum ella kann ­temja eldin, til onnur sløkkitiltøk verða sett í gongd. Skipanin sendir fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð, og kann somuleiðis seta aðrar brunatøkniligar innleggingar í gongd.

    Skipanin eigur at vera gjørd, kannað og hildin sbrt. “DBI Retningslinie 251 - Automatiske ­sprinkleranlæg”
     
  3. Aðrar sjálvvirkandi sløkki- og ávaringarskipanir (AGA og ARS), sum sløkkja og ávara. Tílíkar skipanir senda fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð og kunnu somuleiðis seta aðrar brunatøkniligar innleggingar í gongd.
     
  4. Ávaringarútbúnaður við innanhýsis hand­virkandi skipan, sum gevur fólki í bygninginum boð um, at eldur er í bygninginum. Skipanin sendir ikki fráboðan til sløkkiliðið. Fráboðan við talandi boðum eigur at verða nýtt í bygningum við bygnings­pørtum í nýtsluflokki 3. Um so er, at fráboðan við talandi boðum ikki er hóskandi, ­orsakað av nýtsluni av bygningspartinum, kann t.d. ýlitóni ella ávaringarljós nýtast í staðin fyri talandi fráboðan.

    Skipanin eigur at vera gjørd, kannað og hildin sbrt. “DBI Retningslinie 24 Varslingsanlæg”

  5. Innanhýsis sjálvvirkandi roykvarnari ella skipan av samanbundnum roykvarnarum eigur at vera ­íbundin elveitingini umframt at hava battarí. Skipanin við roykvarnarum í einum bygningsparti eigur bara at senda ávaring út í tann ávísa ­bygningspartin, t.d. íbúðina, annan partin av tvíhúsinum, ella einbýlishúsið, har roykurin varnast. Roykvarnarar senda ikki fráboðan til sløkkiliðið.

    Dømi um uppseting av roykvarnarum kann síggjast í vegleiðing frá ”DBI Røgalarmanlæg i boligen”.

  6. Útgonguljós, ið eru lýsandi og gjøgnumlýst ­útgonguskelti yvir útgonguhurðum í rýmingarleiðum. Útgonguljós og leiðbeinandi útgonguljós, sum vísa til útgongd, skulu síggjast allastaðni í rýmingarleiðum. Útgonguljós skulu síggjast ­skilliga í mun til innrætting og aðra skelting, ­reklamur o.tíl.

    Vísast kann til “DBI vejledning 34 Sikkerheds­belysning”.

  7. Neyðljós, ið eru fyri at sleppa undan ræðslu og fyri at geva fólki ljós at finna leiðina út. Neyð­ljós skulu lýsa á gólvið í hølum og í tilhoyrandi ­rýmingarleiðum, og um neyðugt eisini í tílíkum økjum uttandura.

    Vísast kann til “DBI vejledning 34 Sikkerheds­belysning”.

  8. Slanguskáp, sum vatn altíð stendur til, ið hava til endamáls at geva fólkum, sum ikki hava serliga vitan um sløkkiarbeiði, møguleika fyri at basa eldi á byrjanarstøði. Vísast kann til “DBI vejledning 15 Vandfyldte slangevinder”

Aðrar brunatøkniligar innleggingar, so sum innbygt rør at veita sløkkivatn (stigrør), sjálv­virkandi bruna­luftskiftisskipan (ABV) og roykop eru somuleiðis fevndar av stk. 1 og 2.

Vaktarstøðir at íbinda sjálvvirkandi ávaringar- og sløkkiskipanir verða góðkendar av VØRN.

Stk. 2 Áseting

Brunatøkniligar innleggingar skulu gerast, sýnast og haldast við líka, soleiðis at tær eru virknar, álítandi og kunnu verða hildnar við líka, so leingi bygningurin stendur.

(5.4, stk.2) Vegleiðing

VØRN góðkennir brunatøkniligar innleggingar, ­innleggjarar og óhefta eftirlitið av innleggingunum.
 

Stk. 3 Áseting

Hondsløkkiútgerð skal haldast við líka og virka á fullgóðan hátt, so leingi bygningurin stendur.

(5.4, stk. 3) Vegleiðing

Við hondsløkkiútgerð skilst m.a. brandteppi og pulvursløkkjarar.

Vísast kann til rakstrarreglurnar hjá VØRN.

Hondsløkkiútgerð verður kannað og hildin við líka sbrt. vegleiðingum frá DBI.

Stk. 4 Áseting

Tá ið ásetingarnar í stk. 8, nr. 2, stk. 10-12 og stk. 15-16 verða nýttar, skulu tveir ella fleiri bygningspartar í sama nýtsluflokki, sum eru knýttir saman við felags rýmingarleið, metast sum ein eind.

(5.4, stk. 4) Vegleiðing

Í sambandi við bráðflyting av fólki er oftani neyðugt at meta um tørvin á brunatøkniligu innleggingunum við atliti at tali av fólki, sum skal nýta rýmingar­leiðina.

Tí eigur at verða hugsað um samlaða talið av fólki frá øllum bygningspørtum ella nýtslueindum, sum eru knýttir at somu rýmingarleið, tá ásetingarnar verða nýttar.

Sama er ikki galdandi, tá ið mett verður um ­møguleikan at basa eldinum í tí einstaka bruna­tøkniliga bygningspartinum ella nýtslueindini, sum t.d., tá ið mett verður um tørvin á sjálv­virkandi bruna­luftskiftisskipan (ABV) og sjálvvirkandi ­sprinklaraskipan (AVS).

Tá ið talan er um fleiri nýtsluflokkar í sama bygnings­parti, verður víst til kap. 5.5.2, stk. 2.

Stk. 5 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 1, sum verða nýttir til virkis- ella goymslubygning og hava eina hæddarvídd, sum er meira enn 2.000 m², skulu gerast við sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA).

Um so er, at bygningsparturin er gjørdur við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), er ikki neyðugt við sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA).

(5.4, stk. 5) Vegleiðing

Talan er um virkis- ella goymslubygningar í einari hædd.

Er nýtslan ógreið ella brunanøgdin størri enn 400 MJ/m² (25 kg av viði pr. m²) kann vísast til serfyri­skipanirnar hjá VØRN og donsku ”tekniske for­skrifter” og ”bekendtgørelser” sbrt. kap. 5.1, stk. 1.

Stk. 6 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 1, innrættaðir til virkis- og goymslubygningar, skulu gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), tá ið hæddarvíddin er størri enn 5.000 m². Um nevndu bygningspartar hava størri brunanøgd, skulu teir gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan, tá ið hæddarvíddin er størri enn 2.000 m².

Ásetingin er ikki galdandi fyri alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum.

(5.4, stk. 6) Vegleiðing

Talan er um virkis- ella goymslubygningar í einari hædd.

Er nýtslan ógreið ella brunanøgdin størri enn 400 MJ/m² (25 kg av viði pr. m²) kann vísast til serfyri­skipanirnar hjá VØRN og donsku ”tekniske forskrifter” og ”bekendtgørelser” sbrt. kap. 5.1, stk. 1.

Stk. 7 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 1, innrættaðir til ídnaðarbygningar, goymslubygningar ella ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, skulu gerast við slanguskápi, tá ið hæddarvíddin er størri enn 1.000 m².

Stk. 8 Áseting

Bilhús í nýtsluflokki 1 og 3 skulu:

  1. Gerast við sjálvstøðugum mekaniskum luftskifti, sum kann flyta burtur spreingikvæma guvu og kolsúrni, um hæddarvíddin er størri enn 150 m².
     
  2. Gerast við útgonguljósi og slanguskápi, um hæddarvíddin er størri enn 600 m² og somuleiðis við neyðljósi, um hæddarvíddin er størri enn 2.000 m².
     
  3. Gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), um hæddarvíddin er størri enn 2.000 m².
(5.4, stk. 8) Vegleiðing

Víst verður somuleiðis til stk. 9.

Luftskiftisskipanin eigur at gerast samsvarandi “DS428, Norm for brandtekniske foranstaltninger ved ventilationsanlæg”.
 

Stk. 9 Áseting

Rúm í nýtsluflokki 1 og 3 við eini hæddarvídd størri enn 1.000 m² skulu gerast við sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV) ella sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS).

(5.4, stk. 9) Vegleiðing

Endamálið við kravinum er at tryggja, at sløkkilið hava nøktandi átaksmøguleikar. Hetta verður tryggjað við, at eldurin verður hildin niðri, t.d. við eini sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), soleiðis at eldurin ikki breiðir seg, ella við eini sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV), sum kann lætta um roykin og hitan í rúminum.

Í hesum sambandi er ikki neyðugt, at eitt rúm er ein brunatøkniligur bygningspartur.

Kravið verður roknað sum lokið, tá ið bilhús við eini hæddarvídd millum 1.000 m² og 2.000 m² antin hava sjálvvirkandi brunaluftskiftisskipan (ABV) ella sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), og í bilhúsum við eini hæddarvídd størri enn 2.000 m², sbrt. stk. 8, hava sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS).

Stk. 10 Áseting

Bygningspartar við tilhoyrandi rýmingarleiðum í nýtsluflokki 2 og 3, roknað til fleiri enn 150 fólk, skulu gerast við handvirkandi ávaringarútbúnaði.

Í bygningspørtum, har øll tilhaldsrúm hava hurð beinleiðis út á lendið, og har einki rúm er roknað til fleiri enn 150 fólk, kann síggjast burtur frá kravinum um handvirkandi ávaringarútbúnað.

Stk. 11 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 2, roknaðir til fleiri enn 150 fólk, skulu gerast við:

  1. Slanguskápi og
  2. útgonguljósi og neyðljósi.

Rýmingarleiðirnar kunnu gerast uttan útgongu­ljós og neyðljós, um øll tilhaldsrúm hava hurð beinleiðis út á lendið.

Stk. 12 Áseting

Rýmingarleiðir og tilhaldsrúm í nýtsluflokki 3, sum eru roknað til fleiri enn 150 fólk, skulu gerast við:

  1. Slanguskápi,
     
  2. útgonguljósi og neyðljósi og
     
  3. sjálvvirkandi ávaringarskipan (ABA), um bygningsparturin verður nýttur á ein slíkan hátt, at møguleikin fyri bráðflutningi verður skerdur.

Í bygningspørtum, har øll tilhaldsrúmini hava hurð út á lendið, og har einki tilhaldsrúm er roknað til fleiri enn 150 fólk, kann síggjast burtur frá kravinum um útgonguljós og neyðljós.

(5.4, stk. 12) Vegleiðing

Viðurskifti, sum kunnu skerja møguleikarnar fyri bráðflutningi, kunnu vera harður tónleikur, myrkur, pallroykur o.a. Ávaringarskipanin eigur at vera knýtt at tónleikaútbúnaðinum.
 

Stk. 13 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 3 skulu gerast við sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), um hæddarvíddin á brunadeildini er størri enn 2.000 m².

Stk. 14 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 4, sum eru bústaðareindir, skulu gerast við innanhýsis sjálvvirkandi roykvarnara ella skipan av samanbundnum roykvarnarum, sum er íbundin elveitingini umframt at hava battarí.

(5.4, stk. 14) Vegleiðing

Tá ið talan er um bústaðareind, er talan um ein bústað til eitt húski.

Í hvørjari bústaðareind eigur minst ein roykvarnari at vera á hvørjari hædd. Um fleiri roykvarnarar eru í bústaðnum, kann tryggjast ein skjótari og meira rættstundis ávaring. Tað er týdningarmikið, at frástøðan millum roykvarnarnar ikki er ov stór.

Stk. 15 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 5 og tilhoyrandi rýmingarleiðir skulu gerast við:

  1. Útgonguljósi og neyðljósi, um bygnings­parturin hevur eina samlaða hæddarvídd, sum er størri enn 1.000 m².
     
  2. Slanguskápi.
     
  3. Sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA) og innanhýsis handvirkandi ávaringarútbúnaði, um bygningsparturin hevur meira enn 10 kømur, ella er roknaður til fleiri enn 50 sovipláss.
     
  4. Innanhýsis sjálvvirkandi roykvarnaraskipan, sum er íbundin elveitingini, umframt at hava battarí, um bygningsparturin hevur í mesta lagi 10 kømur og er roknaður til í mesta lagi 50 sovipláss.
     
  5. Eru øll kømur gjørd við hurð beinleiðis út á lendið kann síggjast burtur frá krøvunum í nr. 1, 2 og 3.

Stk. 16 Áseting

Bygningspartar í nýtsluflokki 6 skulu gerast við:

  1. Slanguskápi.
     
  2. Sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA), sum skal gerast soleiðis, at starvsfólk kunnu ávarast.
     
  3. Sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS), um bygningurin hevur sovideildir, hevur eina samlaða hæddarvídd størri enn 1.000 m² og er í meira enn 1 hædd. Skipanin skal gerast soleiðis, at starvsfólk kunnu ávarast.
     
  4. Útgonguljósi og neyðljósi, um bygningurin hevur sovideildir, hevur eina samlaða hæddarvídd størri enn 1.000 m² og er í meira enn 1 hædd.

Stk. 17 Áseting

Ávaring frá ávaringarútbúnaði skal laga seg eftir nýtsluni og innanhýsis bygnaðinum í bygnings­partinum.

Ávaringarútbúnaður skal setast í gongd av sjálvvirkandi eldávaringarskipanini (ABA) ella sjálvvirkandi sprinklaraskipanini (AVS), um tílíkar eru innlagdar í bygningin.

(5.4, stk. 17) Vegleiðing

Talan kann vera um støð, har nógv fólk samlast, so sum handilsmiðstøð, har ið taliboð eru best ­hós­kandi at nýta til ávaring. Umframt taliboð kann talan vera um klokkuávaring, ýlitóna ella ávaringarljós.

Stk. 18 Áseting

Ein sjálvvirkandi eldávaringarskipan (ABA) og ein sjálvvirkandi sprinklaraskipan (AVS) skulu gerast soleiðis, at tær senda fráboðan til sløkkiliðið umvegis vaktarstøð.

Stk. 19 Áseting

Víkjast kann frá ásetingunum í stk. 5-18, um skjalprógvast kann fyri kommunala byggi­myndugleikanum, at trygdarstøðið, sum er ásett í kap. 5.1, stk. 1, er rokkið á annan hátt.

(5.4, stk. 19) Vegleiðing

Dømir um, har tað er møguligt at víkja frá ­ásetingunum kunnu vera:

Bygningspartar, sum verða gjørdir sbrt. “Information om brandteknisk dimensionering”.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}