Seinast dagført: 01-01-2017

5.2 Rýmingarleiðir og bjargingarviðurskifti

Stk. 1 Áseting

Bygningar skulu gerast soleiðis, at bráðflyting verður løtt og trygg umvegis rýmingarleiðir ella beinleiðis út. Bráðflyting skal vera út á lendið ella til eitt trygt stað í bygninginum, haðani tað slepst ótarnað út og burtur frá bygninginum. Í fjósum og líknandi bygningum skal tryggjast, at nøktandi viðurskifti eru fyri djórini og sløkkiliðið.

(5.2, stk. 1) Vegleiðing

Rýmingarleiðir skulu harafturat fylgja ásetingunum í kap. 3.2, Atkomuviðurskifti.

Eitt trygt stað í bygninginum er eitt stað, har fólk/djór ikki eru í beinleiðis vanda, og haðani ­ótarnaður møguleiki er fyri bráðflyting út og burtur frá ­bygninginum.

Eitt trygt stað í bygninginum er t.d. onnur brunadeild ella trappurúm, sum er sjálvstøðug brunadeild.
 

Stk. 2 Áseting

Rýmingarleiðir skulu vera skilligar at síggja og lættar at koma til og at nýta. 

(5.2, stk. 1) Vegleiðing

Rýmingarleiðir mugu ikki nýtast til annað endamál enn fólkaferðslu. Tó kunnu gangir nýtast ella innrættast til annað endamál, um tað ikki økir um eldførið, eldvandan ella ørkymlar endamálið við rýmingarleiðini.

 

Stk. 3 Áseting

Útgangir og rýmingarleiðir skulu gerast soleiðis, at tær í stødd hóska til talið av fólki, sum tær eru ætlaðar til.

Hurðar í rýmingarleiðum skulu kunna latast upp í einum taki innanífrá í rýmingarleiðini uttan nakra forðing, og uttan at nýta lykil ella amboð.

Hurðar í rýmingarleiðum, sum skulu nýtast av nógvum fólkum, skulu lata upp út í rýmingar­leiðina.

(5.2.1, stk. 3) Vegleiðing

Í sambandi við rýmingarleiðir verður við “nógv fólk” skilt sum fleiri enn 150 fólk.

Stk. 4 Áseting

Viðurskiftini í rýmingarleiðunum skulu vera nøktandi, meðan bráðflyting av fólki og djórum gongur fyri seg.

Atlit skulu takast at:

  • Møguleikanum at síggja, hóast roykfylling.
     
  • Møguleikanum at rýma, hóast hitastráling frá royklagnum.
     
  • Møguleikanum at rýma, hóast hita undir royklagnum.
     
  • Møguleikanum at rýma, áðrenn royklagið verður ov lágt.
     
  • Øðrum viðurskiftum, sum forða bráðflyting.
(5.2.1, stk. 4) Vegleiðing

Møguligt eigur at vera at bráðflyta fólk og djór, áðrenn viðurskiftini gerast hættislig. Fyri at tryggja, at tað ikki standast hættislig viðurskifti í rýmingarleiðunum, verða rýmingarleiðisskipanir í vanligari bygging oftast gjørdar sum vardar gongir og trappur.

Stk. 5 Áseting

Veggja- og loftsklæðing, tilfar at leggja á gólvið, trappur og hurðar í rýmingarleiðum skulu gerast soleiðis, at hesi ikki eru við til at økja um eld og royk í tíðarskeiðinum, meðan rýmingarleiðirnar verða nýttar til rýming og bráðflyting.

Stk. 6 Áseting

Eitt høli, t.d. brunaeind til fólkatilhald, skal gerast við bjargingaropum, sum lýst í stk. 7 og 8, uttan so, at eitt samsvarandi trygdarstøði kann røkkast á annan hátt.

(5.2.2, stk. 6) Vegleiðing

Eitt samsvarandi trygdarstøði kann t.d. røkkast við at gera minst 2 rýmingarleiðir, sum eru óheftar av hvørji aðrari. Rýmingarleiðirnar skulu vera heilt út og niður á lendið uttandura.

Útgangir til rýmingarleiðir eiga at setast í hvør sín enda í rúminum, og frástøðan frá einum og hvørjum tilvildarligum staði í rúminum og til næstu hurð út til rýmingarleið eigur í mesta lagi at vera 25 m.

Stk. 7 Áseting

Talið av bjargingaropum í hølum, t.d. bruna­eindum, skal hóska til fólkatalið, sum eindin er ætlað til. Bjargingarop skulu gerast og setast á ein slíkan hátt, at fólk kunnu geva seg til kennar fyri sløkkiliðnum. Tey skulu somuleiðis gerast soleiðis, at fólk kunnu bjargast út umvegis bjargingarstigum hjá sløkkiliðnum ella við egnari hjálp, uttan so, at bygningurin er innrættaður í samsvari við stk. 8.
 

(5.2.2, stk. 7) Vegleiðing

Bjargingaropini eiga at vera skillig at síggja, løtt at koma til og at nýta. Bjargingaropini kunnu ikki koma í staðin fyri rýmingarleiðir.

Uppsetan av konstruktiónum uttan á bygningum mugu ikki tarna sløkkiliðsfólkum at koma fram at ­bjargingaropum. Rimar, skeltir, bannarar, vindfang, sólskjól, sólorkuskipanir, vindmyllur o.a. mugu ikki vera ein forðing fyri at síggja ella at nýta ­bjargingaropið.

Stk. 8 Áseting

Í bygningum har gólvið í ovastu hædd er meiri enn 22 m omanfyri lægsta jørðildið, ella har stigar hjá sløkkiliðnum ikki røkka bjargingar­opunum, skulu, tá bygningurin verður inn­rættaður, takast serlig atlit at møguleikum at bráðflyta fólk út og burtur frá bygninginum, átakstíðini og atkomumøguleikanum hjá sløkkiliðnum til hæddirnar.

(5.2, stk. 8) Vegleiðing

Fyri at røkka ásetingunum kann tað t.d. vera neyðugt at gera eina trygdartrappu, trygdarlyftu (sløkkiliðslyftu), handvirkandi ávaringarskipan, sjálvvirkandi ávaringarskipan, sjálvvirkandi sprinklaraskipan, innbygt rør at veita sløkkivatn (stigrør), byggitøkniligar møguleikar, soleiðis at íbúgvarnir kunnu geva seg til kennar fyri sløkkiliðnum o.a.

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}