Seinast dagført: 01-01-2017

5.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Bygningar skulu gerast, innrættast og vera úr tílíkum tilfari, at teir til eina og hvørja tíð geva nøktandi trygd móti eldi, og at eldurin ikki breiðir seg til aðrar bygningar á sama grundøki og til grannabygningar.

Bygningar skulu til eina og hvørja tíð geva fólki, sum eru inni, góða trygd og góðar møguleikar at sleppa til rýmingar, tá eldur er í. Góðar umstøður skulu somuleiðis vera at bjarga fólkum og djórum út, umframt at sløkkja eld.

Er talan um eldhættisligt og vandamikið virksemi, sbrt. § 37 í løgtingslóg um tilbúgving, skal kommunali byggimyndugleikin eftir sína viðgerð av málinum senda eitt eintak til VØRN til endaliga viðgerð.

(5.1, stk. 1) Vegleiðing

Brunatøkniliga skjalatilfarið, sum kommunali byggi­myndugleikin hevur rætt at krevja í sambandi við umsókn um byggiloyvi, er lýst í kap. 1.3.1.

Viðvíkjandi brunatrygd í vanligari bygging, so sum einbýlishúsum, raðhúsum, frítíðarhúsum umframt alistøðum og ali- og rakstrar-bygningum hjá landbúnaðinum, kann vísast til donsku “Erhvervs- og Byggestyrelsens Eksempelsamling om brandsikring af byggeri”. Tá talan er um meira óvanliga bygging, kann vísast til donsku “Erhvervs- og Byggestyrel­sens Information om brandteknisk dimensionering”.

“Eksempelsamling om brandsikring af byggeri” lýsir dømir um serstøk krøv til gerð og innrætting av bygningspørtum, og tryggjar, at brunatrygdarstøðið í bygningsreglugerðini verður gingið á møti.

“Information om brandteknisk dimensionering” lýsir hættir, sum kunnu vísa á, at brunatrygdarstøðið í bygningsreglugerðini verður gingið á møti.

Fyri eldhættisligt og vandamikið virksemi í ­bygningum kann vísast til § 37 í løgtingslóg um tilbúgving. Við eldhættisligt og vandamikið virksemi skilst goymsla, framleiðsla, viðgerð, handfaring ella nýtsla av spreingikvæmum, eldfimum ella eldførum løgi, ella luftevnum ella øðrum vandaevnum.

Í sambandi við eldhættisligt og vandamikið virksemi í bygningum kann vísast til serfyriskipanina:

  • Serfyriskipan fyri eldfiman løg.
     
  • Harumframt kann vísast til tær donsku ”bekendtgørelser” og “tekniske forskrifter”, sum eru:
     
  • “Brandfarlige væsker” (einans galdandi fyri sproytumáling og -lakkering)
     
  • “Gasser”
     
  • “Træbearbejdning og træoplag”
     
  • “Plastforarbejdning og plastoplag”
     
  • “Korn- og foderstofvirksomheder”
     
  • “Fremstilling og oplagring af mel”
     
  • “Visse brandfarlige virksomheder og oplag”
     
  • “Højlagre”
     
  • “Opbevaring af visse former for nitrocellulose”
     
  • “Opbevaring af chlorater og perchlorater”
     
  • “Opbevaring af faste ammoniumnitratholdige produkter med højt nitrogenindhold”
     

Ásetingarnar í byggilógini taka støði í trygdini fyri fólk og djór. Ásetingarnar í bygningsreglugerðini skulu tískil tryggja fólkum at sleppa út og burtur frá bygningum, og at rímilig viðurskifti eru til bjarging av fólkum og djórum. Somuleiðis eru bygningurin og virðini í bygninginum tryggjað, um bygningurin er bygdur eftir brunaásetingunum.

Krøvini til m.a. persónstrygd og átaksmøguleikar hjá sløkkiliðnum eru sera tætt knýtt at vandanum av eldspjaðing og støðufesti í bygninginum, sum somuleiðis er avgerandi fyri virðistryggjanina. Tað kann verða neyðugt við eyka tiltøkum, um serlig atlit skulu takast at virðistryggingini í bygninginum.

 

Stk. 2 Áseting

So leingi bygningurin stendur, skal brunatrygdin haldast við líka og virka á fullgóðan hátt.

(5.1, stk. 2) Vegleiðing

Fyri at halda brunatrygdina, so leingi bygningurin stendur, eigur støðugt eftirlit at verða gjørt av ­teimum brunatøkniligu innleggingunum og bygnings­lutunum.

Fyri bygningar sbrt. “Eksempelsamling om brandsikring af byggeri” eru rakstrarreglurnar hjá VØRN galdandi.

Fyri bygningar sbrt. “Information om brandteknisk dimensionering” eigur rakstrar-, eftirlits- og viðlíkahaldsætlan (REV) at verða gjørd.

Fyri bygningar sbrt. brunatøkniligum serfyri­skipanum eru serfyriskipanirnar hjá VØRN galdandi, umframt tær donsku ”tekniske forskrifter” og ­”bekendtgørelser”, sum lýstar í stk. 1.

Rakstrarreglur v.m. skulu tryggja, at manna­gongdir eru fyri, at brunatøkniligar skipanir altíð verða hildnar við líka og eru virknar, so leingi bygningurin er í nýtslu.

Rakstrarreglur skulu m.a. fevna um:

  1. Kunning um brunatøkniligu skipanina
     
  2. Nýtsluvegleiðing/handfaring
     
  3. Viðlíkahald og regluligt eftirlit
     
  4. Royndarkanning (Kanning í roynd og veru)

 

Úrslit:
Exception in template (\Designs\LV\Paragraph\include-epos.cshtml): System.Net.WebException: The operation has timed out
   at System.Net.HttpWebRequest.GetResponse()
   at CompiledRazorTemplates.Dynamic.dffffafcdcaac.Execute()
   at RazorEngine.Templating.TemplateBase.RazorEngine.Templating.ITemplate.Run(ExecuteContext context)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Run(ITemplate template, DynamicViewBag viewBag)
   at RazorEngine.Templating.TemplateService.Parse(String razorTemplate, Object model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at RazorEngine.Razor.Parse[T](String razorTemplate, T model, DynamicViewBag viewBag, String cacheName)
   at Dynamicweb.Rendering.Template.RenderRazorTemplate()
@using System.Xml.Linq @using System.Xml @using System.Linq @using System.Net @{ HttpWebRequest rq = WebRequest.Create("http://starvssetan.landsverk.fo/REK/joblistxml.asmx/GetJobList?JobListId=1&Language=fo") as HttpWebRequest; //3 Second Timeout rq.Timeout = 3000; //Also note you can set the Proxy property here if required; sometimes it is, especially if you are behind a firewall - rq.Proxy = new WebProxy("proxy_address"); HttpWebResponse response = rq.GetResponse() as HttpWebResponse; XmlTextReader reader = new XmlTextReader(response.GetResponseStream()); XmlDocument xml = new XmlDocument(); xml.Load(reader); XmlNodeList nodes = xml.SelectNodes("//JobOffer"); int starvtal = 0; } @foreach(XmlNode node in nodes){ starvtal++; } @if(starvtal==0){ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {display: none;} </style> </text> } else{ <text><style> #toptopmen li.Størv a:after {content: "@starvtal";} </style> </text>}