Byggingin av nýggju ítróttarhøllini á Sandi gongur so mikið væl, at arbeiðið er framman fyri tíðarætlanina.
Mikudagin vitjaðu landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, og stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, byggiplássið. Bæði vóru tey væl nøgd við gongdina í byggingini.
- Hetta sær lovandi út. Byggiarbeiðið hevur gingið væl, og í løtuni eru vit tvær vikur framman fyri tíðarætlanina, sigur stjórin á Landsverki.
Ætlandi verður høllin innilokað í oktober mánaða í ár.
Eisini landsstýriskvinnan í mentamálum fegnast yvir tað, hon sá á Sandi.
- Hendan høllin verður avgjørt millum bestu hallir í landinum, og eg ivist ikki í, at hon verður til stóra gleði fyri borgararnar í oynni. Ikki einans fer nýggja høllin at kunna hýsa øllum innandura ítróttargreinum, sum verða íðkaðar í Føroyum. Eisini kann hon vera við til at lyfta mentanarlívið í oynni, sum til dømis til at hýsa sjónleiki, tónleiki og øðrum mentanartiltøkum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tá høllin er liðug fyrst í august næsta ár, verður hon latin kommununum í Sandoynni, ið síðani koma at eiga og reka høllina.
Fakta um Ítróttarhøllina á Sandi
* Stødd: 1.250 fermetrar (miðal stødd fyri føroyskar ítróttarhallir)
* Kostnaður: 27,0 mió. kr.
* Tað er Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f, ið hevur teknað høllina, P/f Articon hevur gjørt jørð- og rørarbeiðið, meðan Sp/f TG-Verk er høvuðsarbeiðstakari fyri sjálvari byggingini. Mentamálaráðið er byggiánari av verkætlanini, meðan Landsverk er byggiharri. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt 9. august 2012.