23-12-2020
BYGGIKØN TIL HÚSASKOÐAN
Sambært kunngerð nr. 80 frá 6. juni 2014 um húsaskoðanarskipan, verður søkt eftir 3-5 persónum, at virka sum byggikøn.
Tey byggikønu skulu skoða ognir hjá teimum brúkarum, ið ynskja hesa tænastu, tá ið brúkarar keypa fastogn, sum í høvuðsheitinum skal nýtast til bústað.
 
Einans góðkend byggikøn kunnu fremja hesa tænastu. Umsøkjarar, ið fyrr hava verið góðkendir, kunnu søkja um endurtilnevning.
 
Treytir til umsøkjarar og endurtilnevningar eru m.a.:
  1. Fyri at kunna søkja um góðkenning sum byggikøn, skal viðkomandi hava lokið eina byggitekniska grundútbúgving við próvtøku frá Danmarks Tekniske Universitet, Aalborg Universitet, ingeniørháskúla, arkitektaskúla, byggikonstruktørútbúgving ella líknandi útbúgving, sum t.d. handverkari.
  2. Hava minst 3 ára viðkomandi arbeiðsroyndir innan byggivinnuna.
  3. Vera mvg skrásettur ella arbeiða í einum virki, sum er mvg skrásett.
  4. Vera fevndur av eini yrkisligari ábyrgdartrygging.
  5. Fara á skeið í Middelfart í Danmark og standa royndina. Skeiðið kostar uml. 13.000 kr., íroknað gisting í Middelfart, men uttan ferðakostað. Hesar útreiðslur gjaldast av teimum luttakandi sjálvum. Komandi skeið er í viku 5, 2021. 
Fyri nærri kunning um treytir o.a. set teg í samband við Palli Petersen, telefon 290842 ella teldupost pape@lv.fo 
 
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til lv@lv.fo og vera okkum í hendi seinast mánadagin 18. januar 2021, kl. 12:00.
Úrslit: