Eitt nýtt málsøki er skipað undir Vinnumálaráðnum undir heitinum byggi- og bygningaumsiting. Landsverk røkir hesa uppgávu og fær yvirskipaðu ábyrgdina av øllum landsins bygningum. Endamálið er at optimera umsitingina av bygging, bygningum og leigumálum hjá landinum, umframt at skapa leiðreglur fyri bygging fyri at økja um góðskuna av bygningum í breiðastu merking.
Játtanarligar heimildir
Landsverk hevur ikki samsvarandi ræðisrætt yvir peningajáttanum, og tí hava ráð og stovnar skyldu til at fylgja yvirskipaðu reglunum. Umsitingin av uppgávuni kann tó leggjast til Landsverk, um stovnur ella stjóraráð ynskja tað, við at játtanarligu heimildirnar verða latnar Landsverki. Ætlanin við hesum møguleika er at lætta um arbeiðið fyri allar partar og gera viðgerðina einsháttaða, við tí fyri eyga at fáa meira góðsku fyri tøku játtanina.
Heildaryvirlit yvir landsins ognir
Landsverk skal leggja seg eftir at lýsa tørvin og annars vera myndugleiki, herundir gera reglugerðir og mannagongdir innan økið. Við einum heildaryvirliti yvir allar landsins ognir verður tað lættari at skipa og stýra hesum øki, soleiðis at nýtsluvirðið verður dagført, fullnýtt og varðveitt. Ætlanin er at skapa ein vitanardepil og eina verkætlanarstýring, ið megnar at taka sær av byggiverkætlanum og viðlíkahaldi í tøttum samstarvi við avvarðandi partar.
Alment stevnumið fyri byggilist
Landsverk skal í hesum sambandi eisini orða eitt alment stevnumið í sambandi við byggilist. Vit hava fyri stóran part okkara samleika í tí fysiska umhvørvinum, náttúruni og tí menniskjaskapaða, sum vit flyta okkum í. Býir og bygdir, bygningar, landslag og býarinnbúgv, t.e. okkara nærumhvørvi, hevur altstóran týdning, tí trivnaður er nær knýttur at byggilistini ella fagurfrøðini. Gera vit okkum ikki ómak við hesum, kunnu vit gera okkum sjálvum og komandi ættarligum óbótaligan skaða.