24-04-2009
Býargrindir í Vágum
FERÐSLUSKELTI: Býargrindir verða í hesum døgum settar upp í trimum bygdum í Vágum. Endamálið er at geva teimum ferðandi eitt greitt prei um at tey nú koma inn í bygt øki ella eru á veg úr bygdum øki.

Fyrr í tíðini var rulluportrið nógvastaðni ein greið áminning um, at farið varð um býar- ella bygdamørk. Í framtíðini verða sonevndar býargrindir ístaðin tekin um nær tú ert í bygdum og í óbygdum øki.

Ein býargrind er skelti við bygdar- ella býarnavni á, sum vanliga stendur báðumegin koyrivegin. Harumframt kann kommunan fáa eina heilsan á skeltini, ávíkavist “ Vælkomin” ella “Takk fyri vitjanina”

Í Vágum verða býargrindir í hesum døgum settar upp í Sandavági, Miðvági og í Vatnsoyrum. Fyrr í ár var býargrind sett upp í Vági.

Tað eru tær einstøku kommunurnar sum gera av um tær vilja hava býargrindir og verða tær t.d. settar upp, tá ið mørk millum bygt og óbygt øki vera flutt.

Endamálið við býargrindunum er at gera skilnaðin millum bygt og óbygt økið meira tíðiligan, so at bilførarar vera fullgreiðir yvir nær teir skulu slakka av og nær teir kunnu seta ferðina uppaftur. Málið er sostatt, at betra um ferðslutrygdina.

Úrslit: