08-02-2007
Búskaparskipan Landsins fær somu upplýsingar sum altíð

Landsgrannskoðanin lat 12. januar 2007 løgtingsgrannskoðarunum ársfrágreiðing sína fyri fíggjarárið 2005.

Undir yvirskriftini "Roknskapurin hjá tí almenna er fyri hóttafalli, tí stovnar vilja sleppa úr Búskaparskipan Landsins", viðgjørdi útvarpið í vikuni brot úr hesi ársfrágreiðing, har tey millum annað lýstu og viðgjørdu sjónarmiðini hjá fíggjarmálaráðharranum og Gjaldstovuni í sambandi við Búskaparskipan Landsins, og tað at summir almennir stovnar hava egnar búskaparskipanir.

Boðskapurin
Høvuðsboðskapurin var, at sjálvt um Búskaparskipan Landsins nøktar einhvønn tørv hjá almennu stovnunum, so stendur skipanin fyri hóttafalli, tí fleiri almennir stovnar royna at sleppa úr skipanini og fáa sína egnu skipan.

Sambært Gjaldstovuni kann ein av orsøkunum vera, at: "So sleppa teir undan, at onnur fáa innlit í teirra virksemi niður á skjalastøði". Hetta kann víðari, sambært Gjaldstovuni, hava við sær, at vandi er fyri, at gluggin inn í almenna roknskaparhaldið kámast, og verri verður at hava eftirlit við almenna roknskaparhaldinum.

Í tíðindabrotunum var somuleiðis nevnt, at Landsverk sambært ársfrágreiðingini tykist vera ein av teimum stovnum, sum er á veg út úr Búskaparskipan Landsins.

Eintáttað útlegging
Bæði í ársfrágreiðingini frá Landsgrannskoðanini og í ymisku tíðindabrotunum í útvarpinum, verður hetta mál viðgjørt, uttan at omanfyri nevndu staðfestingar verða skjalprógvaðar og somuleiðis uttan, at eitt nú onkrir av hesum almennu stovnum eru hoyrdir. Tí vilja vit við fylgjandi viðmerkingum lýsa okkara støðu í hesum máli gjøllari.

Undantøk: Almennir stovnar við serligum tørvi
Sambært roknskaparkunngerð nr. 114 frá 1996, § 4, stk. 5 kunnu almennir stovnar við serligum tørvi fáa loyvi heilt ella lutvíst at nýta egnar búskaparskipanir.

Ársfrágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini staðfestir víðari, at sambært Gjaldstovuni kunnu landsfyritøkur, sum eru vinnuligar fyritøkur við t.d. vørusølu, goymslu, innkeypi og kassaterminalum, hava egnar búskaparskipanir.

Landsverk hevur altíð havt egnar sokallaðar forskipanir til Búskaparskipan Landsins, sum stovnurin sjálvur hevur ment. Orsøkin til hetta er, at Búskaparskipan Landsins ikki hevur nøktað tørvin til eitt nú framleiðslu og goymslustýring ella til fíggjarstýringina hjá stovninum sum heild.

Búskaparskipan Landsins er ein roknskaparskipan, sum egnar seg væl til skráseting av søguligum dátum og sum eisini nøktar tørvin hjá teimum fult og heilt, sum skulu hava eftirlitið við landsrokniskapinum. Hetta hevur tó ongantíð nøktað tørvin hjá einum stovni sum Landsverki við síni vørusølu, goymslu, innkeypi, kassaterminalum og framleiðslu, men hinvegin hevur bert tænt parti av samlaðu búskaparstýringini.

Betri fíggjarstýring krav og skylda
Í 2004 ger Landsgrannskoðanin vart við, at gomlu forskipanirnar hjá Landsverki ikki lúka dagsins krøv, og at tí var neyðugt at menna hesar ella keypa nýggjar. Á fundi við Gjaldstovuna var millum annað hetta mál til viðgerðar, og spurt var, um Gjaldsstovan møguliga kundi átaka sær uppgávuna, men hetta avvísti Gjaldstovan. Ístaðin var ein bólkur settur at loysa hesa uppgávu. Niðurstøðan var, at tað var bæði skilabest og bíligast at keypa eina nýggja skipan at avloysa fleiri av verandi skipanum. Hendan var keypt í 2005.

Landsverk hevur seinnu árini í síni fíggjarstýring havt stóran tørv á at kunna budgettera og disponera á ein einfaldan og lættan hátt. Hetta kemst av, at Landsverk bindur landskassan fyri 10-100 tals mió. árliga. Hesar avsetingar síggjast ikki aftur í eini roknskaparskipan, og tí hevur verið neyðugt at gera hetta arbeiðið við síðuna av. Nýggja forskipanin til BSL (talan er framvegis bert um eina ískoytisskipan og ikki ein avloysara fyri BSL) kann millum annað loysa hesa uppgávu. Eisini gevur skipanin fleiri aðrar møguleikar at stýra stovninum so effektivt og rationelt sum til ber. Við hesi skipan kann stovnurin fáa til vega nágreinilig hagtøl yvir tilfeingisnýtsluna, og soleiðis stýra framleiðsluni, býtt millum vørubólkar, framleiðslunøgd, effektivitetshagtøl v.m. Hesi hagtøl verða nýtt í framleiðsluplanleggingini og til prísáseting. Somuleiðis ber til at fáa hagtøl fyri nýtslu av amboðum og akførum í mun til eitt nú kostnaðaroptimering.

Sami gluggi
Við nýggju skipanini kann Landsverk yvirfyri Gjaldstovuni og Føroya fólki framvegis tryggja, at gjøgnumskygni verður júst tað sama, sum tað altíð hevur verið, kanska enntá betri enn higartil, og at allir ynskiligir upplýsingar eru tøkir. Allar flytingar niður á skjalastøði verða nú dagliga fluttar yvir í Búskaparskipan Landsins. Fyrr var tað bert eina ferð um mánaðin. Viðvíkjandi trygdarspurningum, vil Landsverk altíð arbeiða fyri at lúka tey krøv, sum tað almenna ásetur.

Við hesum afturvísir Landsverk einhvørjum pástandi ella gitingum um, at stovnurin er á veg út úr Búskaparskipan Landsins og ynskir at fjala dátur fyri landsins myndugleikum.

Visiónin hjá Landsverki er millum annað at arbeiða fyri, at virðisøking, virðishald og tænasta skal vera best møgulig. Tilvera stovnsins er grundað á játtanina, sum er fólksins peningur. Endamálið er, at so stórur partur av játtanini sum gjørligt kemur fólkinum til góðar aftur so ella so. Sostatt skal leiðslan og stýringin vera so háttað, at maksimal nytta fæst burturúr tí tilfeingi, stovnurin hevur.

Millum annað hetta kann best røkkast við dygdargóðum amboðum til fíggjarstýring. Tí er ynskiligt at víðka hesa forskipan frá tí, sum forskipanirnar hjá Landsverki altíð hava tikið sær av, til at umfata allan roknskapin.

Búskaparskipan Landsins fer framhaldandi at fáa allar neyðugar upplýsingar frá Landsverki sjálvvirkandi, so landsins fíggjareftirlit eisini kann røkka sínum visiónum innan eftirlit og gjøgnumskygni.

Úrslit: