Hesa vikuna hava fólk frá Landsverki skift dekkið út á brúnni millum Mykines og Mykineshólm. Brettini, ið tilsamans viga 2,6 tons, vórðu flutt út við tyrlu hjá Atlantsflog, sum gjørdi fýra túrar út í oynna.
Brúgvin, sum í 1989 varð gjørd av nýggjum, er 42 metrar long og tveir metrar breið. Nýggju brettini eru av slagnum, Azobe-Lophira, ið er serliga harført og slitsterkt træ, sum veksur í tropiska økinum í Afriku.
Tað eru Landsverk og danska Farvandsdirektoratet, sum í felag hava latið brúnna byggja og halda hana viðlíka. Somuleiðis er viðlíkahaldið av gøtuni báðumegin við brúnna ein felags uppgáva. Fýrin í hólminum eigur og rekur Farvandsdirektoratet.
Arbeiðið við at skifta dekkið á brúnni gekk sera væl. Veðrið var gott, so tað tók bert tríggjar dagar hjá trimum monnum at fáa uppgávuna frá hondini.