Ein verklagslóg er komin í løgtingið, og neyðugt er at játta sjey milliónir krónur í ár, fyri at gera arbeiðið so skjótt sum møguligt, skrivar kringvarp.fo.
Brúgvin um Streymin er nógv slitin hesi 36 árini, síðani hon varð tikin í nýtslu, og hon krevur stórar ábøtur, segði Annika Olsen, landsstýriskvinna í løgtinginum
Millum annað er ætlanin at breiðka koyribreytina. Hetta verður gjørt við, at sunnara gongubreytin verður tikin upp í koyribreytina. Eisini skulu ljós setast upp við brúnna, sum eisini skal styrkjast.
Arbeiðið at umvæla brúgvardekkið á Brúnni um Streymin verður nú boðið út alment.