25-09-2007
Brúgvin um Dalá

Nú er komið væl áleiðis við nýggju vegbrúnni um Dalánna á Oyrareingjum.

Mikudagin 19. september vóru betongbjálkar lagdir í nýggju brúnna. Brúgvabjálkarnir, ið eru 7 í tali, eru 21m til longdar, 1m høgir og 40cm breiðir og viga umleið 21 tons.


Av trygdarávum var ferðslan á landsvegnum við vegamótið til Oyrareingir steðgað, hvørja ferð ein bjálki var tikin av blokkvogninum.

Farið verður nú í holt við at stoypa dekkið, og gongur sum ætlað, verður brúgvin liðug síðst í oktober.

Úrslit: