Eftir páskir verður farið í gongd við at fuktbjálva og asfaltera Brúnna um Streymin. Arbeiðið byrjar mikudagin 7. apríl og skal eftir ætlan vera liðugt fyrst í juni. Meðan arbeiðið fer fram, verða akfør leidd ígjøgnum við ferðsluljósum.
Tá brúgvin er fuktbjálvað, og asfalteringin er farin fram, er arbeiðið við sjálvari koyribreytini liðugt. Tað, ið so er eftir at gera, er at seta upp eina ætlaða gongubrúgv í norðaru síðu, ið verður hálvanannan metur til breiddar.
Umframt at tryggja tey ferðandi til gongu, hevur hendan ferðsluábótin tann fyrimunin, at breytin er breiðkað úr sjey upp í slakar níggju metrar. Av hesum fer ein vegøksl burtur av í hvørji síðu, sum hvør verður á leið ein metur breið.
Tey, sum vilja vita meira um umvælingina av brúnni um Streymin, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini á Landsverki, tlf. 290 881, ella til kunningardeildina á tlf. 290 804, sum kann vísa til rætta viðkomandi.