11-09-2007
Brúgvaeftirlit

Seinastu tíðina hevur Landsverk saman við ráðgevum frá donsku fyritøkuni Rambøll í Danmark, verið kring alt landið og kannað og gjørt støðumetingar av øllum brúm á landsvegunum í Føroyum.



Umfatandi eftirlit
Tað eru samanlagt 300 brúgvar bara á landsvegunum í Føroyum, so talan er um eitt rættuliga víðfevnandi arbeiði. Brúgvarnar eru úr 1,2m og upp í 220m. Eftirlitsarbeiðið, sum fer fram eftir donskum standardi, byrjaði í fjør, tá ið brúgvin um Streymin (220m) var kannað. Nú er so restin av eftirlitsarbeiðnum skjótt liðugt.


Yvirskipað eftirlit
Talan er í fyrstu atløgu um eitt yvirskipað visuelt eftirlit. Síðani verður eitt neyvari leypandi eftirlit framt, sum verður grundarlagið undir einum skipaðum viðlíkahalds- og umvælingararbeiði.


Framkomin viðlíkahaldsskipan
Allar dátur frá eftirlitsarbeiðnum verða lagdar í eina nýggja viðlíkahaldsskipan, SMART, sum ger tað møguligt at fáa eitt meira skipað og rationelt viðlíkahald av brúm í Føroyum.


Skipanin skal eftir ætlan eisini nýtast á øðrum økjum hjá Landsverki, m.a. til viðlíkahald av tunlum, havnum og vitum.

Úrslit: