Broytingar í ferðslulógini 1. oktober
LÓGARBROYTING: Reglurnar um rúsdrekkakoyring verða herdar 1. oktober. Markið fyri rúsdrekkakoyring verður lægri og revsingin verður harðari. Strangari krøv verða sett til trygdarútgerðina til børn í bilum og hægri bøtur verða fyri brot á lógina.
Samanlagt 41 broytingar í ferðslulógini koma í gildi 1. oktober. Tað snýr seg um alt frá allýsing av traktorum og strangari reglum um rúsdrekkakoyring til neyvari krøv um trygdarútgerð til børn og hægri bøtur fyri brot á ferðslulógina. Alt hetta fyri at økja um trygdina hjá teimum ferðandi á vegunum - bæði hjá børnum og vaksnum.
Høvuðsbroytingarnar
Talan er um 8 høvuðsbroytingar, sum taka støði í null-hugsjónini og ferðslutrygdarætlanini frá 2007:
- Nullmark fyri tilvitsávirkandi evnum ella rúsevnum
- Alkoholstyrkin í útandingarluft sum prógv í rúsdrekkamálum og víðkaðar heimildir hjá løgregluni
- Rúsdrekkamarkið lækkar til 0,20 promillur
- Markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring er strikað - alt omanfyri 0,20 promillur er rúsdrekkakoyring
- Krav um skeið í rúsdrekka og ferðslu (R/F - skeið)
- Herdar reglur fyri frádøming og revsing í rúsdrekkamálum
- Herdar reglur um trygdarútgerð og forboð móti ferðafólki í last- ella vørurúmi
- Hækkan av sektum
Fá meir at vita um lógarátakið móti rúsdrekkakoyring her
Fá meir at vita um lógarátakið móti trygdarútgerð í bilum, fallhjálmar og hægri bøtur her
Innlendismálaráðið, Akstovan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Landsverk og Politiið.