Fríggjadagin 13. mai 2005 kl 9.30 varð breiðband-sambandið í Hesti og Koltri handað Tórshavnar kommunu og samstundis tikið alment í nýtslu. Landsverk hevur staðið fyri verkætlanini og á hátíðarhaldinum, sum var á Tórshavnar býráði, fríggjadagin segði Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, nøkur orð um verkætlanina. Eisini Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hildu røður og ringt varð til Bjørn Patursson, bónda í Koltri, sum segði, at breiðbandið hevur stóran týdning, tá ein býr í útoyggj.