Veðurforsøgn

Fakorð
Forsøgnin er av slagnum Harmonie  (Model Harmonie - NEA), og gongur tvey samdøgur fram. Ovast, beint undir yvirskriftini á meteogramminum, stendur, nær meteogrammið er gjørt (Model run: dato og klokkutíð), og fyri hvat tíðarskeið, tað er galdandi fyri (Start: dato og klokkutíð og End: dato og klokkutíð ) Tað er nýggjasta Harmonie - NEA, sum víst verður her á síðuni.

Veðurforsøgn tveir dagar fram

Pressure hPa
Luft hPa. Reyði grafurin vísir luftrýstið P við sjóvarmálan. MSL stendur fyri Mean Sea Level.

Windspeed m/s
Vindferð m/s. Grái grafurin er vindferðin 10 metrar yvir Húsareyni, sum er 350 metrar høgt. Svarti grafurin er við Boðanes í Havn.

Tann longra strikan vísir ættina og tær smáu vindferðina.

Dømi:

Tann longsta strikan vísir ættina, smærru strikurnar vísa vindferðina og eru settar aftast á longstu strikuni, sostatt peikar longsta strikan niðureftir, ættin er norðan. Vindferðin er 10 m/s tí tað eru tvær smáar strikur, hvør av teimum smáu strikunum vísir eina vindferð á 5 m/s, um stuttu strikurnar hava hálva longd vísa tær 2,5 m/s. Um tað eru fimm smáar strikur á 5 m/s verður ein tríkantur vístur, sum vísir, at vindferðin er 25 m/s.

Humidity %
Væta %. Grái grafurin er vætan 2 metrar yvir Húsareyni, sum er 350 metrar høgt. Svarti grafurin er við Boðanes í Havn.

Clouds H:  Høg skýggj yvir 4 km
Clouds M:  Miðalhøg skýggj millum 2 og 4 km.
Clouds L:  Lág skýggj undir 2 km.

Sirkulin fyllist, so hvørt tað verður meira skýggjað:

Fog
Mjørki.

Precipitation mm
Regn mm. Blái grafurin vísir regn mm.  Mongdirnar av regni fyri hvønn tíma verða vístar sum stabbamyndir. Um kavi er, so verður víst ljósareyð stabbamynd og ljósareyður grafur.  

Temperature °C 
Hiti °C. Grái grafurin er hitin 2 metrar yvir Húsareyni, sum er 350 metrar høgt. Svarti grafurin er í Tórshavn við Boðanes.

Kelda til Harmonie - NEA er: dmi.dk

Úrslit: