Ferðslutrygdarætlanin lýsir tiltøk, ið skulu gera ferðsluna á vegateininum tryggari. Ætlanin er gjørd av Runavíkar Kommunu, Politinum og Landsverki í samstarvi. Tá ítøkiligu tiltøkini skulu fremjast er tað soleiðis, at Landsverk ger tiltøk á landsvegnum, og kommunan á kommunalum vegum. Fyrimunurin við at hava eina felags ferðslutrygdarætlan er, at tiltøkini eru samskipað frá byrjan.
Hetta er annar borgarafundur í sambandi við ferðslutrygdarætlanina
Á fyrra fundinum, ið var í desember 2009, var endamálið at fáa viðmerkingar frá borgarum til vegateinin. Hetta var partur av arbeiðinum at skráseta trupulleikar.
Endamálið við hesum næsta borgarafundinum er at leggja fram uppskot til loysnir til viðmerkingar frá borgarum. Fyri at fólk hava møguleika at kunna seg við uppskotini til loysnir er skjalið “Uppskot til loysnir” hjálagt her (5,43 MB)
Borgarafundurin verður hildin í Løkshøll týsdagin 5. apríl kl. 19:00.
Skráin fyri borgarafundin er:
19.00 Magnus Rasmussen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og kunnar um ferðslutrygdarætlanina
19.15 Arbeiðsbólkurin leggur fram uppskot til loysnir
20.00 Høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar
Eftir borgarafundin verða møguligar viðmerkingar til uppskot til loysnir viðgjørd, og ferðslutrygdarætlanin skal vera liðug í mai 2011. Eftir hetta er klárt at fara undir at gera ítøkilig tiltøk at betra ferðslutrygdina á vegateininum.
Vilt tú vita meira um hetta evnið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Armgarð E. Steinhólm, leiðara á Plan & Ferðslu á Landsverki, ella við kunningartænastuna, tel. 290 805.