11-02-2019
Borgarafundur um Dalstunnilin
BORGARAFUNDUR: Landsverk skipar fyri borgarafundi í Húsavík í annaðkvøld, har kunnað verður um Dalstunnilin.

Týskvøldið 12. februar verður kunnandi fundur í Sólaris í Húsavík, har Landsverk fer at hava eina framløgu um verkætlanina Dalstunnilin. Í framløguni fer verkætlanarleiðarin hjá Landsverki millum annað at siga nakað um, hvat ætlanin er at gera, hvørjar avbjóðingar kunnu vera og eisini nakað um, hvussu arbeiðið fer at ávirka í økinum.

Byrjað verður klokkan 18.30, og aftaná framløguna bjóðar kommunan ein drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Úrslit: