17-12-2009
Borgarafundur í Runavík um ferðslutrygdarætlan
FERÐSLUTRYGD: Hóskvøldið 10. desember var borgarafundur í býráðshøllini í Runavík um ferðslutrygdarætlanina fyri vegateinin "Undir Gøtueiði-Mýravegur, har samstarvspartarnir í hesi verkætlan kunnaðu um ætlanina

Høvuðsferðsluæðrin millum Mýravegin í Runavík og Undir Gøtueiði skal gerast tryggari. 9. november gjørdu Landsverk, Runavíkar kommuna og Løgreglan eina samstarvsavtalu um at ferðslutryggja hendan teinin, sum er 9,2 kilometrar langur. Hóskvøldið 10. desember var so fyrri borgarafundurin í hesi tilgongd í býráðshøllini í Runavík.

Endamál við borgarafundum
Málið við borgarafundinum var at kunna um, hvussu fyrireikingararbeiðið í verkætlanini hevur gingið, hvørji hagtøl eru fingin til vega og hvat hesi vísa. Allir hesir upplýsingar skulu til fyri at finna tey røttu støðini at seta inn og ikki minst tær røttu loysnirnar.

Umboð fyri arbeiðsbólkin og stýrsbólkin í verkætlanini greiddu á fundinum í Runavík frá arbeiðssetninginum, vístu á tøl fyri ferðsluteljingar, ferðuslumátingar, tal av óhappum, hvussu væl ella illa busssteðgiplássini liggja, íbindingar í høvuðsvegin, og hvørji óheppin vegamót finnast á strekkinum. Harafturat var kunnað um ferðslutrygd og tryggleika. Millum annað er kanning gjørd millum skúlanæmingar fyri at lýsa, hvar tey kenna seg ótrygg á veg í og úr skúla.

Gott 30 fólk vóru á fundi. Borgararnir fingu høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar og tóku fólk væl ímóti hesum møguleika. Nógv góð og konstruktiv ískoyti vóru frá áhoyrarunum til verkætlanina.

"Tað hevur alstóran týdning at fáa fólk í nærumhvørvinum við frá byrjan - fáa viðmerkingar frá fólki, sum kenna økið væl og sum kunnu koma við teirra viðkomandi ískoyti til innsavnaðu upplýsingarnar", sigur Armgarð E. Steinhólm, leiðari á ferðsludeplinum á Landsverki. "Hetta verður nógv brúkt aðrastaðni í sambandi við ferðslutrygdarætlanir, tí tað er so umráðandi at hava borgaran við fyri at fáa eina heildarmynd av støðuni, so at røttu loysnirnar kunnu veljast., sigur Armgarð E. Steinhólm víðari.

Eftir ætlan verður ein borgarafundur afturat í Runavíkar kommunu um miðjan mars næsta ár, tá ið eitt ítøkiligt ferðslutrygdaruppskot skal fyriliggja. Tá verður uppskotið lagt fram fyri borgarunum í Runavíkar kommunu til hoyringar. Í apríl komandi ár verður ætlanin handað stýrisbólkinum, og tá er klárt at fara undir at gera ítøkiligu tilmælini. Í høvuðsheitum er tað soleiðis, at Landsverk ger tiltøk á landsvegnum og kommunan á kommunalum vegum. Fyrimunurin við at hava eina felags ætlan er, at tiltøkini eru samskipað frá byrjan.

Ynskir tú at fáa meira at vita um hetta evnið, ert tú vælkomin at venda tær til Armgarð E. Steinhólm, leiðara á ferðsludeplinum á Landsverki, á tlf. 540 891.

Úrslit: