Høvuðsferðsluæðrin millum Mýravegin í Runavík og Undir Gøtueiði við Skipanes skal gerast tryggari. 9. november gjørdu Landsverk, Runavíkar kommuna og Løgreglan eina samstarvsavtalu um at ferðslutryggja hendan teinin, sum er 9,2 kilometrar langur.
Ein stýrisbólkur er settur við einum arbeiðsbólki undir sær. Arbeiðsbólkurin skal lata stýrisbólkinum eitt álit í seinasta lagi 1. apríl í komandi ár. Í hesum skal hvørt einstakt ferðslutrygdarátak á samlaða vegateininum lýsast nágreiniliga.
Arbeiðsbólkurin er beinanvegin farin í gongd við at kortleggja verandi støðu og lýsa teir trupulleikar, ið eru á hesum vegastrekki. Við støði í ferðsluteljingum, ferðmátingum og óhappsskrásetinginum fer arbeiðsbólkurin at gera eitt uppskot um ferðslutrygdartiltøk, ið kunnu betra um ferðsluumhvørvið.
Ein liður í ferðslutrygdarætlanini eru tveir borgarafundir í Runavíkar kommunu. Tann fyrri verður nú hóskvøldið 10. desember klokkan 19 í býráðshøllini í Runavík. Har fara umboð fyri arbeiðsbólkin og stýrsbólkin at greiða borgarum í kommununi frá arbeiðssetninginum og til dømis lýsa tøl fyri ferðsluteljingar, ferðuslumátingar, tal av óhappum, hvussu væl ella illa busssteðgiplássini liggja, íbindingar í høvuðsvegin og hvørji óheppin vegamót finnast á strekkinum. Á fundinum verður sjálvandi eisini møguleiki hjá borgarum at koma við ynskjum til ferðslubetringar og annars at koma við viðmerkingum til ætlanina.
Seinni borgarafundurin verður um miðjan mars næsta ár, tá eitt ítøkiligt ferðslutrygdauppskot skal fyriliggja, sum tá verður lagt fram fyri borgarunum í Runavíkar kommunu.