Sum byggiharri við ábyrgd av arbeiðinum hevur Landsverk biðið um eina óhefta kanning av ferðsluforðingini í Sandavági. Tað hendir eftir atfinningarnar, sum hava verið í fjølmiðlunum í kjalavørrinum á ferðsluvanlukkuni 4. mars, tá ein maður á prutli rendi á ferðsluoynna og doyði.
Talan er ikki um nakra vanlukkufrágreiðing, sum sigur nakað um tað ítøkiligu hendingina, men um eina fakliga eftirmeting av einum ferðslutrygdartiltaki. Vanlukkufrágreiðingina tekur løgreglan sær av.
Á nógvum hondum
Vegaloysnin í Sandavági er eitt av fleiri tiltøkum, sum verða gjørd í Sandavági og Miðvági, fyri at betra um ferðslutrygdina í einum øki, har høvuðsferðsla gongur beint ígjøgnum bygt øki. Tað eru kommunurnar, sum hava tikið stig til ferðsluátøkini.
Tað er ein ráðgevingarfyritøka, við drúgvum royndum við ferðsluloysnum í Danmark, sum hevur projektera ferðsluforðingina í Sandavági. Ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Landsverk, kommunurnar og politiið, stóð fyri verkætlanini. Ein fylgibólkur og ein stýrisbólkur, við umboðum fyri somu myndugleikar fylgdu arbeiðinum, sum til endans var góðkent av ferðslurevisori.
Hóast ein røð av myndugleikum sostatt hevur góðkent vegaloysnina hevur Landsverk sum byggiharri kortini mett tað vera rættast at fáa ein uttanveltaðan stovn at gera eina óhefta eftirmeting av ferðsluloysnini, nú ivi er sáddur. Hesa uppgávu hevur Vejdirektoratet átikið sær og hevur Steen Stockholm Sørensen, verkfrøðingur og ferðslutrygdarrevisorur gjørt eftirmetingina.
Ov stutt vegbreiðkan
Ferðsluforðingin í Sandavági skal fáa bilførararnar at seta ferðina niður. Til hettar er ein partur av vegnum breiðkaður nakað, har ferðslan verður leidd rundan um eina ferðsluoyggj. Vejdirektoratet heldur, at hendan vegbreiðkan er nærum lýtaleys, men at hon átti at verið nakað longri. Hettar ger, at bugurin, sum skal føra ferðsluna rundanum oynna er blivin nakað knappur fyri tað tyngru ferðsluna og hesum kann vandi standast av.
Til tess at loysa trupulleikan mælir Vejdirektoratet til at taka burtur brúgvarsteinarnar, sum eru lagdir í koyribreytina fremst í vegbuginum og at leggja teinin undir asfalt, so at hann fellur út í eitt saman við koyribreytini. Hesa broytingina fer Landsverk nú at gera.
Onnur tilmæli
Vejdirektoratet hevur eisini uppskot um onnur tiltøk, sum kunnu gera vegaloysnina í Sandavági meira sjónliga. Mælt verður til at flyta skeltini á ferðsluoynni nærri koyribreytini og at seta størri skelti upp. Av tí at vegaloysnin liggur á markinum millum bygt og óbygt øki verður mælt til at seta býartalvur upp báðumegin vegin og er hettar tiltak longu gjørt. Somuleiðis verður mælt til at longja yvirhálingarforboðið norðanfyri ferðsluoynna nakrar metrar.
Umframt at meta um vegaloysnina eftir donskum vegareglum hevur Steen Stockholm Sørensen gjørt sínar egnu meira persónligu metingar av ferðsluloysnini. Hann heldur, at hóast verkætlanin samanumtikið er gjørt eftir vegareglunum, so tykir tað honum sum at felagið, ið hevur staðið fyri projekteringini hevur havt ov lítið innlit í viðurskiftini og hvussu vegaloysnin fór at virka. Tann valda loysnin hevði riggað væl inni í bygdum øki, men ikki sum býargrind, har hettar er tann fyrsta ferðsluforðingin, sum bilarnir møta, tá ið teir koma koyrandi úr óbygdum øki, metir revisorurin.
- Felagið, sum gjørdi projekteringina er eitt roynt felag, sum allir partar, sum hava góðkent verkætlanina, høvdu fult álit á. Vit hava framvegis fult álit á danska felagnum, men tá ið vit hava biðið um eina uttanveltaða frágreiðing taka vit eisini niðurstøðuna í álvara, sigur Heini Eysturoy, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverki.
Brekini verða rættað
- Tað finst einki endaligt svar upp á hvussu slíkar vegaloysnir skulu gerast, tí arbeitt verður eftir normum og royndum. Vejdirektoratet hevur nú gjørt sína meting eins og Landsverk á sinni gjørdi sína. Eftir at hava gjøgnumgingið kanningina hava vit tó avgjørt, at tað er skilagott at fremja tær broytingar, sum Vejdirektoratet hevur skotið upp, sigur Heini Eysturoy.
-Kanningin hjá Vejdirektoratet vísir, at projektið samanumtikið livir upp til donsku vegareglurnar, Men kanningin vísir eisini, at vegaloysnin hevur nøkur brek, og tey verða nú rættað, soleiðis sum skotið er upp, sigur leiðarin á Vegadeildini hjá Landsverki.
Hóast frágreiðingin einki nevnir um hettar ásannar Landsverk, at tað var eitt mistak at arbeiðsskelti ella onnur fráboðan um at arbeiði var í gongd ikki vóru uppi líka til strikur vórðu málaðar á vegin við vegaloysnina.
-Hetta átti at verið gjørt. Talan var um eina nýggja ferðsluforðing og tá hevur tað sjálvandi stóran týdning at leiða ferðsluna trygt gjøgnum kanaliseringina, sigur Heini Eysturoy.
Hóast frágreiðingin heldur einki nevnir um tað, so hevur Landsverk eisini avgjørt at skifta svarta asfaltið í kanaliseringini við hvítt durasplitt, so at tað fær sama lit sum asfalið á koyribreytini.
Í kjalavørrinum á málinum í Sandavági hevur Landsverk avgjørt at biðja Vejdirektoratet um at eftirmeta allar ferðsluloysnirnar, sum verða gjørdar á høvuðsvegnum í Sandavági og Miðvági.