Sum liður í ferðslutrygdartiltøkum á føroyska vegakervinum, hevur Landverk tikið burtur ein stóran stein við Oyndarfjarðarvegin, ið hevur skert útsýnið hjá teimum, sum nýta hesa farleið.
Somuleiðis er ein stórur steinur við Tjørnunes norðan fyri bygdina Undir Gøtueiði á Skálafjørðinum, sum eisini var til bága fyri útsýnið hjá bilførarum, tikin burtur.
- Hetta eru minni inntriv, ið ikki kosta tað heilt stóra, men sum hava lutfalsliga stóra ávirkan á ferðslutrygdina, sigur Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri Infrakervi á Landsverki.
Landsverk hevur eina serstaka játtan á fíggjarlógini til trygdartiltøk á landsvegakervinum.
Heini Eysturoy upplýsir, at fólk á stovninum í løtuni eru í gongd við at gjøgnumganga alt landsvegakervið, har mett verður um, hvørjar ábøtur kunnu gerast í eini áhaldandi stremban eftir at betra trygdina hjá teimum ferðandi.
Um nakar ynskir at vita meira um trygdartiltøkini hjá Landsverki, ber til at ringja til Heina Eysturoy, tlf. 290 881, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804.