01-02-2005
Betri tænasta við parkering við Vága Floghavn

Vága Vaktarhald vann lisitatiónina, sum var 24. januar 2005 á Landsverki, og fer nú at hava rakstur og vaktarhald av langtíðarparkeringsøkinum um hendi.

Vága Vaktarhald ætlar at gera eina heimasíðu, har allar upplýsingar um parkeringsøkið verða at síggja, t.d. um prísir og sertilboð. Tað fer at bera til at bíleggja sær pláss á heimasíðuni og at síggja, í hvønn mun akfør eru tryggjaði á økinum.

Ætlanin er eisini at seta upp eitt vevkamera, og á heimasíðuni at vísa, hvar langtíðarparkeringsøkið er og hvussu tað er uppmerkt. Sjónvarpsansingartól og eitt nýtt, betri hoskandi avgreiðsluøki er eisini í ætlanunum hjá Vága Vaktarhaldi.

Úrslit: