24-07-2012
Betri parkeringsmøguleikar við Slættaratind

ÁBØTUR: Góðveðursdagar eru oftani upp í hundraðtals fólk, ið leita sær niðan á hægsta fjall í landinum, og tá kann vera torført hjá øllum at fáa sett bilin frá sær á nøktandi hátt. Landsverk hevur tí víðkað um parkeringsmøguleikarnar á Eiðisskarði undir Slættartindi.

Hægsta fjallið í Føroyum, Slættaratindur, er vorðið eitt sera væl umtókt útferðarmál. Tí hevur oftani verið trot á parkeringsplássum á Eiðisskarði, tá fólk vilja seta bilin frá sær. Sæð í ljósinum á vaksandi tørvinum á parkeringsplássum hevur Landsverk tí víðkað um møguleikarnar fyri parkering.

Plássið er gjørt soleiðis, at eisini vanligir bussar kunnu standa parkeraðir har, uttan at koma út á vegin.

Játtanin á fíggjarlógini fyri 2012 er á hálva millión krónur, og hon verður somuleiðis nýtt til at gera ábøtur á vegin um Eiðisskarð, so umstøðurnar at møtast á vegnum nú gerast betri. Eisini verður tað nú lagaligari hjá størri akførum at nýta vegin.

Aðrar orsøkir til, at Landsverk hevur valt at raðfesta áðurnevndu ábøtur er, at vegurin um Eiðisskarð er tilbúgvingarvegur, um nakað skuldi hent við ella í Norðskálatunlinum. Tá ber til at nýta vegin um Eiðisskarð ístaðin.

Hendan farleiðin er somuleiðis ein sokallað sóljuleið fyri ferðafólk, ið er heitið fyri nakrar av teimum náttúruvøkru leiðunum í Føroyum.

Seinni í ár verða gjørd fleiri møtipláss og betringar av nøkrum svingum.

Um onkur vil vita meira um hetta, ber til at ringja til Heina Eysturoy, leiðara á deildini fyri Infrakervi, Landsverk, tlf. 290 881, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 805.

Úrslit: