20-04-2009
Baltar og norðurlendingar tosa um vegakervið
SAMSTARV: Umboð fyri vegasambondini í Norðurlondum og baltalondum vitja í Føroyum hesa vikuna.

morgin og í ovurmorgin fara umboð fyri norðurlendska vegasambandið, NRA, Nordic Road Association og trý umboð fyri vegasambandið í baltisku londunum, BRA, Baltic Road Association at hava arbeiðsfund í Føroyum.

Níggju fólk verða við á fundinum - trý frá BRA og seks frá NRA, og tey eru øll skrivararnir í hesum samstarvi.

Í morgin fara tey at hava arbeiðsfund og í ovurmorgin verður skipað fyri útferð.

Samstarv hevur verið millum vegasambondini í norðurlondum og baltalondum síðani 1992.

Londini skipa m.a. fyri ráðstevnum um ymisk evnir, har endamálið er at kjakast og kunna hvønn annan um viðurskifti, sum viðvíkja vegaumsiting og flutningi.

Úrslit: