13-09-2010
Avgerð tikin um húkin

INNFLYTING: Fríggjadagin var móttøka í Kelduskákinum í Klaksvík, sum er heim fyri fólk við autismu. Á heiminum eru níggju búpláss, harav tvey umlættingarpláss.

Nógv umtalaði bygningurin á Bumshamri, Kelduskákið, er nú liðugur. Hósdagin fluttu tey fyrstu búfólkini inn, og fríggjadagin var móttøka fyri almenninginum. Enn er okkurt smávegis eftir at gera liðugt í bygninginum og uttanum, og tað verður gjørt í løtuni. Til hetta er ein eykajáttan upp á 400.000 krónur tøk.

Í bygninginum, sum er 550 fermetrar til støddar í tveimum hæddum, eru níggju búpláss, sum hvørt hevur egið baðirúm. Í bygninginum er annars eitt stórt felags baðirúm, eitt aktivitetsrúm, ein upphaldsstova, ein køkur á hvørji hædd, ein uppihaldsstova og tvey skrivstovuhøli.

Hóast trupulleikar av ymsum slagi so tykist úrslitið av umbyggingini, sum nú er um at verð liðug, tá saman um kemur, at vera á góðari leið. Kostnaðurin fyri fermeturin er slakar 18.200 krónur, tá leyst innbúgv ikki er tikið við, og tað er á støði við aðra bygging av tílíkum slagi. Keypspeningurin fyri bygningin var fimm mió. krónur, og umbyggingin hevur kostað aðrar fimm mió. krónur. Fyri leyst innbúgv er goldið umleið ein mió. krónur.

Um onkur vil vita meira um nýggja autistaheimið í Klaksvík, kann viðkomandi venda sær til kunningareindina á Landsverki, tlf. 290804/290805.

Úrslit: