22-11-2010
Ávaringarskipanin í Norðskálatunlinum virkar til fulnar
NORÐSKÁLATUNNILIN: Tað var klokkan 08.23 í morgun, at Alarmsentralurin fekk boð umvegis ávaringarskipanina í Norðskálatunlinum, at ein eldsløkkjari var tikin úr einum skápi einar 1000 m inni í Norðskálatunlinum

Tá ið ein ungur maður í morgun tíðliga koyrir inn í Norðskálatunnilin, varnast hann knappliga royk úr motorrúminum. Hann steðgar bilinum á einum víkiplássi við eitt av eldsløkkjaraskápunum einar 1000 m inni í tunlinum norðskálamegin, tekur eldsløkkjaran úr, og fær sjálvur bast eldinum. Tá ið hann letur upp eldsløkkjaraskápið og tekur út ein pulvursløkkjara fer ávaringarskipanin í tunlinum í gongd. Boð verða send Alarmsentralinum; tey síggja júst hvat fyri eitt skáp er latið upp, og tunnilin verður stongdur við bummum báðumegin. Sambært Løgregluni ringir bilførarin til Alarmsentralin, tá ið hann hevur fingið tamarhald á støðuni.

Løgreglan boðar Landsverki frá tilburðinum beinanvegin, og fólk verða send á staðið. Samanumtikið gekk alt skjótt og væl, og var tunnilin opin aftur sum vanligt eftir umleið 10 minuttum.

Um onkur hevur spurningar til hetta málið, kann viðkomandi seta seg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini, á tlf. 290 881 ella venda sær til kunningareindina á tlf. 290 804 ella 290 805.

TRYGG ATFERÐ Í TUNLUM
 

"Røtt atferð, tá eitt óhapp hendir í einum tunli, kann fyribyrgja, at eitt óhapp verður til eina vanlukku!",

Allir føroyskir tunlar eru ikki dagførdir enn við neyðugari trygdarútgerð. Tí mælir Landsverk til, at ferðandi gera seg kunnugan við, hvør útgerð er í hvørjum tunli, eftirsum hetta er ymiskt frá tunli til tunnil. Les meira í faldaranum hjá Landsverki "Trygg atferð - tá ið koyrt verður í tunli", sum kann heintast her: Tunnilstrygd240610.pdf (2 KB)

Landsverk heitir á fólk, um at hava ein tílíkan faldara ella vegleiðing liggjandi í bilinum, soleiðis at tú sum bilførari veitst, hvussu tú skalt bera teg at, tá ið tú koyrir í tunli.

Úrslit: