FERÐSLUTRYGD: Ein signalskipan er sett upp við vegamótið í Mjørkadali, har vegurin til støðina hjá Færøernes Kommando kemur í Oyggjarvegin. Endamálið er at gera ferðsluna tryggari
Ein signalskipan er sett upp við vegamótið við Mjørkadalsstøðina. Hon virkar á tann hátt, at ljósini blunka gult, tá ið ferðsla er á høvuðsvegnum við vegamótið. Nakrir spolar eru settir upp við høvuðsvegin, sum tendra ljósini, tá ið ferðsla er á vegnum
Ljósini eru tó bert vegleiðani. Hetta merkir, at tey, sum koma frá Mjørkadalsstøðini nýtast ikki at akta ljósini, um sýnið er gott. Tá kann bilførarin sjálvur meta um støðuna.
Færøernes kommando bað Landsverk kanna hvat gerast kundi fyri at betra um ferðslutrygdina við vegamótið í Mjørkadali. Sýnið við vegamótið kann vera sera vánaligt, serliga tá ið kavi og mjørki er.
Fyri at loysa henda trupulleikan hevur Landsverk fingið Olsen Engineering at gera eina signalskipan, sum ávarar bilførarar, sum koyra frá Mjørkadalsstøðini og út á Oyggjarvegin
Sum sagt blunka tey gulu signalljósini bert, tá ið ferðsla er á høvuðsvegnum. Fyri at eingin skal ivast í, um signalskipanin virkar, tá ið einki gult ljós blunkar, er ein dioda sett upp millum blunkljósini, sum altíð blunkar. Hetta didoduljós sigur frá, at signalskipanin er virkin, hóast einki gult ljós blunkar í løtuni. Á hendan hátt kann bilførarin ekkaleysur koyra út á høvuðsvegin, tá ið sýnið er ringt og einki gult ljós kemur frá signalskipanini.