Virksemið hjá Landsverki í Hundsarabotni hevur verið óregluligt síðani í gjár.
Asfaltverkið hevur verið stongt, síðani SEV byrjaði at skamta elveitingina, tí streymslitið órógvar framleiðsluna. Tá streymurin fer, kølnar asfaltið og tað tekur tíð at hitna aftur. Møguliga verða smærri nøgdir framleiddar komandi dagarnar, men inntil streymurin aftur er regluligur, er asfaltverkið stongt.
Til ber at keypa grót og skerv sum vanligt. Tá streymloysi er, virkar vektin tó ikki. Vekt er á summum maskinum, so til ber at útflýggja grót og skerv í avmarkaðari nøgd, tá streymslit er.