Tær næstu tríggjar ella fýra vikurnar fer vegarbeiði at darva ferðsluni á Kaldbaksvegnum á strekkinum millum Sandvíkarhjalla og Sund.
Í morgin verður farið undir at fresa vegateinin, sum er 4,3 km til longdar. Hetta arbeiði, sum hevur til endamáls at gera vegin slættan, fer at taka umleið tríggjar vikur.
Tá vegurin er fresaður verður hann asfalteraður. Hetta arbeiði fer at taka umleið eina viku og verður helst gjørt so skjótt sum arbeiði við fresingini er liðugt. Meðan asfaltarbeiðið fer fram, verður ferðslan stongd í tríggjar dagar og hettar tíðarskeiðið verður koyrt eftir Oyggjarvegnum.
Tá ið hesin vegateinurin er gjørdur er alt strekkið millum rundkoyringina á Hvítanesi og Kollafjarðartunnilin nýasfalterað.
Heitt verður á bilførarar um at koyra varliga meðan arbeiði fer fram.