16-12-2009
Asfaltálegging skal bjóðast út
ASFALTERING: Landsstýrið hevur samtykt, at øll asfaltálegging í sambandi við íløgur í landsvegir skal bjóðast út í fría kapping. Landsverk fyrireikar seg nú til broyttu umstøðurnar

Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, hevur á landsstýrisfundi reist málið um fría kapping innan asfaltálegging á landsvegirnar í Føroyum. Tá ið ein nýggj íløguverkætlan í landsvegir skal fremjast í verki, eigur asfaltáleggingin, sambært landsstýriskvinnuni, at verða boðin út í fría kapping. Landsstýrið tekur undir við hesum sjónarmiði, og hevur nú samtykt uppskotið um fría kapping á økinum. Næstu ferð ein íløguverkætlan í landsvegir skal fremjast, verður asfaltáleggingin eisini boðin út til privat virki.

Landsverk og tvey privat feløg á marknaðinum
Í løtuni eru tvey privat feløg á marknaðinum, sum asfaltera og gera tað arbeiði, sum Landsverk ger á landsvegunum. Endamálið við hesi broyting er at fáa í lag eina virknari kapping millum partarnar á marknaðinum, sum kann fáa kostnaðin fyri vegagerð at lækka, umframt at samfelagsliga tilfeingisnýtslan verður betri til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Landsverk fyrireikar seg nú til hesar broyttu umstøðurnar og fríu kappingina, sum Landsverk nú fer at taka lut í og verður partur av.

Um nakar ynskir at fáa meiri at vita um hetta evnið ber til at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra á Landsverki, á tlf. 540 801.

Úrslit: